Kjak

Oddagrein: Álit og skyldur

2019-01-18 08:24 Author image
Georg L. Petersen

Álitið á peningastovnar kring allan heim hevur verið fyri álvarsligum bakkøstum seinastu árini. Stórir bankar um okkara leiðir, Danske Bank og Nordea, hava verið við til at hvítvaska pengar í stóran mun, og hava hjálpt sínum kundum at fjala pengar í skattaskjólum. Hetta er nakað, sum er hent seinastu tíðina, tað vil siga eftir at stóra bankaskrædlið seinast var um at hvørva, og bara lá latent og bíðaði við nøkrum endurgjaldskrøvum til bankaleiðslur og nevnd. Hesi sakarmálini koma fram við jøvnum millumbilum, tá tey eru fyri í rættinum.

Alt snýr seg, at peningastovnar, eisini um okkara leiðir, hava verið so grammir, at teir hava skúgvað allan etikk og moral til viks við tí eina endamáli at skava sum mest inn undir seg og vaksa.

Tað sum er vanligt fyri stóra peningastovnar er, at teir geva samfelagnum teir virka í nakað aftur og vísa eina samfelagsábyrgd. Tað burdi verið ein skylda, men hevði eisini kunnað elvt til, at álitið á peningastovnarnar millum fólk eisini so líðandi varð bygt uppaftur.

Herfyri gjørdi Betri samtakið í Føroyum eina roynd umvegis Felagið Heimbýlið at seta gongd á íbúðarbygging í Føroyum. Talan skuldi verið um bíligari bygging, sum rakti sosialt tann bólkin, sum hevur truplast at finna sær tak yvir høvdið. Hetta skuldi eisini vera ein íløga, sum fekk pengarnar í samtakinum at virka í Føroyum, heldur enn við íløgum í virðisbrøv uttanlands og møguliga íbúðarbygging har.

Betri samtakið vísti við hesum samfelagsábyrgd, eins og tað vónandi kundi vinna samtakinum meira pening enn við íløgum í útlendsk virðisbrøv. Men so fekk stjórin fótin og brádliga bar einki til longur. Grundgevingin var, at herd krøv til peningastovnar gjørdi, at bankin ikki kundi binda pening í tílíkar íløgur. Hetta við SIFI krøvunum til bankarnar er nakað teir hava vitað leingi, og var ein neyðarslig undanførsla fyri at sleppa undan at bróta upp úr nýggjum og virka við ábyrgd í føroyska samfelagnum. At hugsa sum man altíð hevur gjørt og bara vassa í gamlari suppu er lætt nokk – men tað er so avgjørt ikki við til at vaksa um virðing og álit á føroyskar peningastovnar.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður