Kjak

Oddagrein: Á heimskortinum

2019-06-14 11:56 Author image
Emil Jacobsen

Tað var einaferð so, at Føroyar lógu so avbyrgdar úti í Atlantshavinum, at tað var stórhending, tá skip kom til landið. Seinni bleiv skipaferðslan til og úr Føroyum meira støðug, og vit fingu eisini fast flogsamband.

Men tað var ikki fyrr enn internetið bleiv hvørs mans ogn, at heimurin veruliga minkaði, og Føroyar knappliga ikki vóru so avbyrgdar meir. Í dag er heimurin vorðin øgiliga lítil, og tað kann vera trupult at fylgja við og verða sædd og hoyrd í meldrinum. Hinvegin hevur tað eisini stórar fyrimunir við sær, og føroyingar hava nú betri møguleikar at gera seg galdandi úti í heimi.

Tað síggja vit millum annað við ferðavinnuni, har Føroyar í dag eru, um ikki heimskendar, so væl kendar hjá øllum ferðaskrivstovum við eitt sindur av virðing fyri sær sjálvari. Vit síggja tað eisini við A-landsliðnum í fótbólti, sum nú í skjótt 30 ár hevur skotið, skallað og kempað Føroyar inn í tilvitskuna hjá mongum fótbóltsáhugaðum útlendingi. Og vit síggja tað eisini, tá grindadráp er, og fólk úti úr heimi kunnu seta seg við knappaborðið og mótmæla longu áðrenn grindin hevur lagt beinini. Tað ber ikki longur til hjá Føroyum at “krógva” seg í hesum smørholinum mitt í havinum og siga, at passið tit tykkara, so passa vit okkara.

Og hví skulu vit eisini tað? Føroyingar hava mangan víst, at vit á fleiri økjum eru minst líka so dugnalig sum útlendingar. Eitt gott dømi, sum vit kunnu lesa um í blaðnum hesaferð, er, at forsetin í Fótbóltssambandinum hevur fingið ein álitissess í lógarnevndini hjá evropeisku fótbóltssamgonguni UEFA. Hetta er ein av týdningarmiklastu sessum í evropeiskum fótbólti og vísir enn einaferð, at Føroyar og føroyingar væl kunnu vera við, har tað veruliga er áhugavert.

Tað kann vera trupult hjá einum lítlum landi sum Føroyar at fáa eina rødd, sum hoyrist, tá sitast skal til borðs saman við teimum stóru. Men tað ber til, og tað skilst á øllum brøgdum, at føroyingar eisini eru væl lýddir, har teir eru. Alt hetta er við til at føra Føroyar fram á leið í einum heimi, sum bara verður minni og minni. Og tað eiga vit at fegnast um.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður