Eitt eksperiment við lívsgrundarlagnum

2016-09-09 11:00 Author image
Dimma

Tað hevur gingið so sum so við at selja ogn Føroya Fólks á uppboðssølu. At byrja við sá tað lovandi út fyri landskassan, sum fekk meira í kassan enn væntað, men samstundis hoyrdust harmaljóð frá vinnuni, sum helt seg hava rindað ov nógv. Men seinastu uppboðssølurnar hava gingið júst øvugtan veg, tí eingin hevur bjóðað upp á svartkjaftin, sum bara sjálvur uppsjóvarflotin slapp at bjóða upp á.

Hetta er annars bara byrjanin til helst størstu kollvelting av føroysku fiskivinnuni nakrantíð. Í 90-unum var farið til fyrst kvotur og síðan fiskidagar, men broytingarnar tá gjørdu neyvan sama inntriv, sum ætlaða broytingin hesaferð. Tá lá flotin í skeljasori, og nýggja skipanin skuldi bara byggja hann upp aftur undir skipaðum viðurskiftum. Hesaferð fara vit frá eini skipan til eina heilt aðra, sum eisini umfatar skipabólkar, sum klára seg væl.

Eingin veit hvussu skipanin fer at roynast, og tað er sum at spæla lotto við okkara lívsgrundarlagi. Landsstýrið heldur, at við at selja á uppboði fáa almennu Føroyar tað, sum er eitt yvirnatúrligt yvirskot, í sín part, heldur enn at neyðugt er at seta gjøld á. Spurningurin er, um hetta virkar. Vinnan sigur tingini ikki hanga saman, tí kapping um rættindi ikki neyðturviliga merkir, at sølan er sunn, men at aðrar mekanismur, millum annað ótti fyri, at skip mugu leggjast vegna vantandi rættindi, fáa reiðarí at bjóða meira enn gott er, og soleiðis kunnu renna seg av eggini.

Vit vita tað ikki.

Hinvegin er rættiliga løgið, at vinna og politikarar stúrsaðu við, tá landsstýrið boðaði frá, at øll rættindi skulu á uppboðssølu. Tað stendur í arbeiðssetninginum, at “Farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan.” Har er ikki nógv at ivast í. Men at inntrivið er ógvusligt, er eingin ivi um, tí flestu reiðarí hava virðismett veiðiloyvini í sínum roknskapum, og hvørva tey frá einum degi til annan, verða holini stór. Her tosar landsstýrið um at minka virðini yvir fleiri ár, men tað stendur í hvussu er fast, at tey hvørva. Tað snýr seg tískil heldur ikki bara um rættin at fiska, men líka so nógv um fíggjarliga grundarlagið hjá fleiri av stóru reiðaríunum.

Hetta er eitt eksperiment – eitt av teimum heilt stóru, við fleiri ókendum faktorum. Og tað eigur ikki at koma óvart á nakran.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður