Kjak

Fiskivinnutalvið

2016-10-07 10:32 Author image
Dimma

Í vikuni kom loksins álitið um eina nýggja fiskivinnuskipan fyri Føroyar. Uppskotið er víðgongt og verða partarnir um uppboðssølu, kvotur, útlendskum ognarskapi og stýring av veiðitrýstinum gjørd til veruleika, gerast vit vitni til eina kollvelting, nakað líknandi henni vit fingu í 1994, tá lógin um vinnuligan fiskiskap kom í gildi.

Størsta broytingin síðan 1994 var avgerðin at leggja um frá kvotum til fiskidagar. Spurningurin er hvussu heppin tann avgerðin var, tí í dag fær hon skuldina fyri, at fiskastovnarnir eru so illa fyri, tí tað er vónleyst at stýra veiðitrýstinum við døgum – og hvørja ferð tað verður skorið, rakar tað dugnalig reiðarí, samstundis sum óvirknir fiskidagar vakna til lívs. Og so hava politikararnir ikki megnað at latið valdið frá sær til tey, sum hava betur innlit í, hvussu fiskiskapurin eigur at skipast.

Alt bendir á, at dagaskipanin verður skift út við kvotur. Tað var annars til fyri stuttum ikki lukkuligt at tosa um kvotur, og dagaskipanin var heilag. Hon var enntá so góð, at ein fyrrverandi landsstýrismaður royndi at selja hana til onnur lond sum tað einasta rætta. At serfrøðin má takast meira við tykist eisini vera góðtikið av teimum flestu. Í Íslandi, sum vit plaga at samanbera okkum við, er álitið á serfrøðina eisini stórt, og við ymiskum skipanum verður veiðitrýstið umvegis serfrøðingar stillað á hvørjum ári uttan stórvegis kjak. Í Føroyum hava vit nógv verri við at góðtaka serfrøðina, sum ofta fær bæði niðrandi og neiliga umrøðu. Sum føroyingar liva vit upp til heitið á bókini hjá finnanum Johan von Bonsdorf, sum í 1997 gav bók síni um Føroyar heitið Atlantens Cowboys – vit líkasum skjóta og spyrja aftaná.

Tað eru so nógv uppskot til kollveltandi broytingar í álitinum, at tað er vónleyst at siga, hvat gerst veruleiki og hvat dettur burtur. Helst fáa vit kvotur og eina nýggja stýring av veiðitrýstinum, meðan uppskotið um uppboðssølu verður verri at svølgja. Helst endar tað við einum tilfeingisgjaldi, sum vinnan hevur góðtikið og harvið eingin uppboðssøla – men longu tá er komið langt í politiska talvinum um føroyska fiskiríkidømið.

 

  

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður