Kjak

Oddagrein: 5G vavgreytur

2020-07-02 18:30 Author image
Sveinur Tróndarson

Tað er einki at siga til, um fólk missa fótafestið, tá tey lurta eftir politiska kjakinum. Fyri kortum kom øði í grindina, tá korona-kanningar skuldu gerast á flogvøllinum og í samband við Norrønu, tí fleiri politikarar eru blandaðir uppí felagið, sum hevur við kanningarnar at gera.

Men okkara politikarar eru ikki bara blandaðir uppí málið um korona-kanningar.

Í heila tikið eru okkara politikarar vavdir upp í so nógv, sum teir annars hava við at gera sum politikarar, at tað er einki at siga til, um fólk ógvast við.

Eitt annað dømi um tað er málið um 5G.

Tá Dimmalætting seinasta heyst skrivaði um tað málið tyktiskt rættiliga greitt, at tá summarið fór at nærkast, so fór 5G-netið at nærkast av álvara. Og tá var heldur eingin sum ivaðist í, at tað fór at vera eitt kinesiskt búmerkið á teimum komponentunum.

Men við eitt vendi alt øvut og frá einum degi til annan gjørdist nýggja fartelefonnetið í lítlu Føroyum eitt stórpolitiskt evni.

Ein kinesiskur sendimaður á vitjan í Føroyum, ein føroyskur aðalstjóri og starvsfólk úr KvF høvdu sína ávirkan á, at alt á ein ella annan hátt rendi seg fast. Og knappliga var danska stjórnin inni í málinum, sum føroyingar sjálvir annars hava havt við at gera.

Í grundini er tað ein løgin støða, at akkurát 5G-netið skal vera so áhugavert. Væl er tað eitt framstig frá 4G, men Huawei hevur longu verið í Føroyum í fleiri ár, so akkurát tað, at henda fyritøkan eisini skal – ella skuldi – gera 5G-netið, átti ikki at flutt so nógv í so máta.

Men júst málið um 5G vísir, hvussu viðkvamt føroyska samfelagið er, tá avgerðir skulu takast.

Tí løgmaður hevur bæði verið stjóri og fíggjarstjóri í fyritøkuni, sum nú eitur Nema – og sum á leiðini til tað bæði hevur itið Hey, Vodafone og Kall…

Nema – og Føroya Tele – brúka net frá Huawei, sum hevur ein umboðsmann í Føroyum, sum eisini situr í løgtinginum ,fyri sama flokk, sum løgmaður.

Eingin sigur, at nakað er galið við tí, men tað ger tað óalmindiliga nógv truplari hjá borgarunum at síggja klárt, tá teir hyggja eftir hesum málinum, tá tveir so framstandandi politikarar hava so tøtt bond til fyritøkurnar, sum vera raktar av møguligum broyttum avgerðum.

Og fara vit so nærri at fyritøkunum, so er eisini samanblandingur har. Stjórin í Nema hevur ein beiggja, sum er stjóri í FT Samskifti, og tey hava ein beiggja, sum situr í løgtinginum, eisini fyri sama flokk sum løgmaður og hin løgtingsmaðurin…

Millum fjarsskiftisssystkini skapar tað kanska eitt sindur av javnvág, men hetta vísir, hvussu neyðugt tað er at hava greiðar linjur fyri politisku skipanina, tá avgerðir skulu takast.

Ein gamal arbeiðsgevari hjá mær segði einaferð, at akkurát hetta vísir, at vit her á landi eiga at hava nógv meira sjálvjustits, tá vit tosa um gegni. Hann hevur eisini verið arbeiðsgevari hjá løgmanni, men um teir hava tosað um sama evni, fara vit ikki at gita um her. Men uppskotið var gott.

ST

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður