Kann gerast ov frítt

2016-06-03 15:00 Author image
Dimma

Í vikuni var ætlanin fyri eina royndaruppboðssølu løgd fram, og tað vóru fleiri, sum stóðu eitt sindur spyrjandi um nýggja leistin. Tað er skipað sum tvey sløg av sølum, eina fría, har hægstbjóðandi fær rættindini og so eina afturlatna uppboðssølu, har ein felagsprísur skal finnast, eftir at boðini eru komin inn. Vinnan hevur ongantíð verið serliga áhugað í hesum, men sá fyrimunir og vansar við báðum.

Harðasti kritikkurin kom tó frá einum búskaparfrøðingi, sum framvegis helt, at uppboðssølan var ov avmarkandi, tí bert tey við veiðiloyvum frammanundan kundu bjóða. Seinni um kvøldið var samrøða við landsstýrismannin, Høgna Hoydal, sum helti sama veg.

Men hvat er tað so landsstýrismaðurin og búskaparfrøðingurin vilja hava? Tað kundi bent á, at teir vilja seta skipanina við veiðiloyvum úr gildi, so øll kunnu bjóða, loyvi ella ei. Hetta kann hava serstakliga óhepnar og óvæntaðar avleiðingar við sær.

Skipanin við veiðiloyvum stavar frá miðskeiðis í 90-unum, og skuldi skipa flotan so nøkulunda í tali og hvar skipini veiddu. Tað ber næstan til at síggja hesa skipan sum eina uppruna uppstilling til ein fótbóltsdyst, har spælararnir verða skipaðir so nøkulunda í verju, miðju og álop, so allar ikki renna eftir bóltinum ísenn. Nøkur skip hava loyvi at fiska í Barentshavinum, onnur í føroyskum sjógvi, nøkur í Kyrrahavinum og so framvegis. Sum búskaparfrøðingurin legði upp til, so skuldi henda skipan takast av, og so kundu øll bjóða upp á fiskin, líkamikið hvat slag av fiski talan var um, ella hvar hann kundi fiskast. Landsstýrismaðurin legði upp til tað sama, men bara við tí viðmerking, at útlendingar máttu haldast burtur.

Spurningurin er, um nakar veruliga hevur gjørt sær greitt, hvørjar avleiðingarnar vera. Skal tað vera loyvt hjá risastórum trolarum at fiska allan fiskin á grunnunum? Flakatrolarar kanska, tí einasta avmarking skal vera sjálv uppboðssølan? Og hvat við línuskipunum og smábátunum? Hetta kundi helst givið ein munandi effektivari fiskiskap, men sosialu avleiðingarnar høvdu verið stórar kring landið. Tað ger tað eisini næstan vónleyst at leggja til rættis, tí stór kostnaðartung skip kunnu ikki bara leggja um frá einum fiskiskapi til annan eftir stuttari tíð. Tey mugu á leið vita, um tey skulu fiska við Føroyar, í grønlendska ísinum ella Barentshavinum.

Vit kunnu bara vóna, at lóggevarar ikki vakna við kaldan dreym, og ikki vita hvat teir hava gjørt – tí tað verður ringt at koma afturumaftur.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður