Eitt løgið samleikaskifti

2017-03-26 13:13 Author image
Dimma

Tá hetta árið er um at halla, munnu forstjórin og hini í Betri fara at líta aftur um bak og skriða sær í nakkanum. 2017 var snøgt sagt ikki nakað gott ár hjá samtakinum, um hugt verður eftir hvussu samtakið stóð seg á almenna pallinum. Skattamálið hevur givið Betri nakrar veruligar snuddir, og tá samtakið skuldi skifta samleika, varð alt avdúkað fyri tíð og fólk gjørdu gjøldur burtur úr nýggja navninum, sum ikki var serliga væl valt. Tað líkasum kiksaði.

Eitt var, at almenningurin bæði ilskaðist og flenti at samtakinum, men oman á tað heila kom, at bankin fekk ein sterkan politiskan mótstøðumann í landsstýrismanninum við vinnumálum. Hann føldi seg av røttum hildnan fyri gjøldur, tí bankin lat hánt um hansara útsagnir um, at tað kundi vera vandamikið at lata so stóran pengakassa upp í hendurnar á einum samtaki, sum hevði líknandi bygnað sum gamli Eik, við einum ógreiðum og fløkjasligum eigaraskara.

Serliga nýggi Eik, sum nú er farin í søguna, hevur dugað serstakliga illa at handfarið skattamálið, og í huganum á nógvum royndi hann at “lumpa” 90 milliónir krónur úr okkara felags kassa – og so megnaði hann eftirfylgjandi, nakað arrogant, at traðka á tærnar á politisku skipanini eisini við at gera beint móti tí, sum landsstýrismaðurin rættiliga greitt hevði boðað frá var hansara støða.

Tað er, sum um samtakið loypur aftur í tíð til stórslignu byrjanina hjá gamla Eik, og vit kunnu av røttum óttast. Har hevði leiðslan so at siga alt vald, og nevndin var bara eitt eiti, sum gjørdi eftir boðum frá leiðsluni. Tað var óhugsandi, at tann nevndin so mikið sum kom til hugs at seta stjóran frá, tá tað byrjaði at gerast ov stuttligt. Nú er støðan tann sama við einum ómetaliga sterkum stjóra, sum hevur júst somu styrki sum tann í gamla Eik – hesaferð er pengakassin bara størri, og avleiðingin av, at ein leiðsla fer í sjálvsveiggj, kann gerast nógv álvarsligari, enn tá gamli Eik fór av knóranum.

Hyggja vit at kappingarneytanum, Bank Nordik, er støðan ein heilt onnur. Har er ein sterk nevnd, sum megnaði at seta stjóra og leiðslu frá, tá avgjørt var at leggja nýggja strategi. Um hon var røtt ella skeiv skal vera ósagt her, men har var valdsbýtið soleiðis, sum tað eigur at vera. Tað er tað ikki í Betri – og tað órógvar.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður