Kjak

Oddagrein: 2020

2019-12-27 07:52 Author image
Emil L. Jacobsen

Jólini eru løgd afturum, og enn eitt ár syngur nú sítt síðsta ørindi. Ársskiftið hesaferð er nakað serligt, tí vit nú fara úr 10-unum og inn í 20-ini. Nógv siga, at nú byrjar eitt nýtt áratíggju, men tað er ikki rætt, tí eitt áratíggju byrjar altíð við 1 og endar við 0. Sostatt er hetta áratíggju árini 2011-2020, og eitt nýtt áratíggju byrjar 1. januar í 2021.

Dagarnir millum jóla og nýggjárs fer samfelagið eitt sindur á stand-by. Jólini eru júst yvirstaðin, og fólk flest hava bert hug at liggja í sofuni og lata allan tann góða jólamatin sodna, meðan bíðað verður eftir nýggjárinum. Skúlarnir hava frí, og nógv vaksin eru eisini so heppin at kunna halda frí hesar dagarnar.

Hjá teimum, sum fylgja við enskum fótbólti, eru hesir dagarnir millum teir bestu á árinum, tí tað er fótbóltur í sjónvarpinum mestsum út í eitt. Onnur brúka dagarnar til at lesa bøkurnar, tey fingu í jólagávu, onnur taka sær av teimum húsligu ábøtunum, sum tey annars ongantíð hava stundir til at fáa frá hondini, og upp aftur onnur vitja fólk, sum tey annars ongantíð hava tíð at vitja.

Samstundis er hetta eisini ein tíð, har tað er vanligt at líta afturum bak og gera upp, hvussu seinasta árið hilnaðist. Og hetta er eisini tíðin, tá hyggjast skal frameftir, og nýggj mál skulu setast.

Nýggjárið er eitt náttúrligt skifti, ikki bert í talinum, men eisini í huganum. Ein síða verður vend, og alt byrjar av nýggjum.

Jólini í ár eru “arbeiðstakarajól”, so at skilja, at tað eru ikki nógvir vanligir arbeiðsdagar millum jól og nýggjár. Av tí sama kann roknast við, at hesir komandi dagarnir vera upp aftur deydligari enn vanligt er. Soleiðis verður eisini á Dimmalætting, sum nú fer í jólafrí. Eingin Dimmalætting kemur út 3. januar, men 10. januar eru vit aftur á gøtuni sum vanligt.

Við hesum reglum fara vit at ynskja øllum eitt gott og av Harranum signað nýggjár. Vit síggjast í 2020.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður