Stuðla lokalum frambrotum

2016-05-20 14:00 Author image
Dimma

Føroyar hava sett sær stór mál á orkuøkinum, og millum annað skal SEV kunna framleiða 100% burðardygga orku í 2030. Hóast vit, sambært Umhvørvisstovuni, neyvan røkka málinum um, hvussu nógv Føroyar skulu minka um útlátið av vakstrarhúsgassum, so eru vit hóast alt rímiliga væl við.

Spurningurin er so, hvussu vit megna at koma stigið víðari, so øll føroysk húsarhald eisini verða hitað við hitapumpuskipanum og harvið grønari orku í 2030. Í tinginum kunnu tey illa semjast, og fótonglar verða støðugt lagdir fyri ætlanirnar hjá landsstýriskvinnuni, sum vil gera tað áhugavert hjá fólki at gera íløgur í hitapumpur, tí streymur ikki má seljast í ymiskum prísklassum. Hinvegin tyktist tað eingin mótstøða vera móti at stuðla umbýti av gomlum oljutangum til nýggjar, um eitt krav verður lagt fram um tað – ein løgin hugburður.

Í blaðnum í dag hava vit grein um orkuætlanina í Nólsoy, har tey leingi hava arbeitt við ætlanini at framleiða grøna orku til húsarhaldini har umvegis vindmyllu. Ætlanin er stuðlað við almennum pengum, men tað tykist vera trupult at koma á mál. Íløga er gjørd í gamla útgerð fyri at fáa pengarnar at røkka, men har hevur ikki virkað eftir ætlan. Júst hvat er galið er ringt at finna út av, men eingin ivi eigur at vera um, at tílíkar lokalar verkætlanir skulu stuðlast. Best var, um nakrar treytir fylgdu við og at tað almenna eisini stuðlaði upp undir við vitan og ráðgeving.

Í sambandi við verkætlanina í Nólsoy skuldi ein trúð, at SEV eisini hevði áhuga at stuðla upp undir, hóast felagsskapurin í hesum føri ikki beinleiðis fær nakað í kassan. Men SEV er eitt sindur lunkað í hesum sambandi, tí ætlanin koyrir uttan um almenna netið. SEV eiga vit øll, og við tí fylgir eisini ein skylda at stuðla alternativum ætlanum. Felagsskapurin hevur jú ikki sum endamál, sum ein privat fyritøka, bara at geva avkast til sínar partaeigarar, men at veita orku, helst av tí burðardygga slagnum. Fyri SEV er verkætlaninin í Nólsoy evarska lítil í mun til tær íløgur, sum SEV annars ger.

Nólsoy kundi eisini verið ein fyrimynd fyri onnur smápláss kring landið, sum fyri lítlan penga kundu framleitt grøna orku til upphiting av húsum. Hetta kundi verið ein fyrimynd fyri onnur oyggjasamfeløg, um hvat ber til, bara fortreytirnar og visjónirnar bara eru til staðar. Fyri SEV og landið er tað bara ein spurningur um at víðka sjónarringin.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður