Kvotuspøkilsið

2016-07-15 15:09 Author image
Dimma

Føroyska fiskivinnan stendur fyri nógvum broytingum – tað hevur hon gjørt í fleiri ár, men nú er alt sum bendir á, at nakað veruligt fer at henda.

Í hesi vikuni eru tey fyrstu tonsini seld á uppboðssølu í eini meira skipaðari tilgongd at finna ein endaligan leist, hvussu hetta møguliga kann gerast frameftir, tá ein nýggj fiskivinnuskipan gerst veruleiki. Uppboðssøla er roynd áður, tá nakað av uppsjóvarfiski varð selt, men tað var ikki bara við góðum úrsliti, tí meginparturin endaði umvegis strámannavirksemi á útlendskum hondum. Tað kann vera, at marknaðarkreftirnar tá fingu loyvi at royna seg, og nakað av peningi kom í landskassan – men sum ein langtíðarloysn er tað ikki ynskiligt, at útlendingar koma at stýra fiskiskapinum við Føroyar.

Tann árliga politiska orrustan liggur fyri framman, tá løgtingsfólk skulu gera av, hvussu veiðitrýstið við Føroyar skal skipast í sambandi við útluting av fiskidøgum. Spurningurin hvørt ár er, hvønn politikararnir velja at lurta eftir – tilráðingini frá fiskifrøðini ella tilmælinum frá Fiskidaganevndini, sum umboðar sjónarmiðini hjá vinnuni sjálvari. Hetta hevur verið eitt troystarleyst eljustríð øll tey seinastu árini, og spurningurin, tá til stykkis kemur, er, um hetta ávirkar trýstið á fiskastovnarnar yvirhøvur, tí so nógvir dagar eru í skipanini, at í flestu bólkum er fiskiskapurin meira ella minni fríur.

Í seinasta blað høvdu vit samrøðu við fleiri íslendskar aktørar í fiskivinnuni – umboð fyri bæði serfrøði og vinnu. Har var eingin ivi um, at rættast var at fylgja serfrøðini, hóast hon ikki altíð rakar púra rætt - og so hildu hesir íslendingar, at dagskipanin ikki virkar sum amboð at stýra veiðitrýstinum, men at eina kvotaskipan var besta amboðið.

At nevna kvotaskipan í Føroyum hevur sjáldan verið væl móttikið. Hon hevur verið ímyndin av øllum óndum, danskari uppílegging og einum flota við bryggju. Spurningurin er, um tíðin ikki er komin til at taka tann spurningin uppaftur og í størri mun læra av okkara grannum fyri vestan. Har hevur borið til at fingið vinnuna at borið seg og stovnarnir eru væl fyri. Stóri knúturin at loysa verður ognarrætturin til kvoturnar, sum íslendingar eisini leggja so stóran dent á. Avreiða vit tá fólksins ogn til nøkur útvald ella hvussu? Kanska skuldi vit heldur lagt okkum eftir at komið hetta stig fram á leið, og roynt at fingið eina betri skipan enn ta íslendsku, við kvotunum sum útgangsstøði.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður