Ein pínandi ótti

2017-02-19 22:18 Author image
Dimma

Í tveimum teimum seinastu bløðunum hava vit viðgjørt málið við cannabis sum heilivági. Í blaðnum farna vikuskiftið høvdu vit samrøðu við ein sklerosu-sjúkling og ein avvarðandi, og í dag hava vit varpað ljós á skipanina, sum ikki loyvir cannabis sum heilivági í tann mun, sum sjúklingarnir ynskja.

Tað tykist als eingin ivi vera um, at cannabis hevur gagnligan virknað hjá fleiri sjúklingum, sum millum annað dragast við kroniska pínu og ólag á nervalagnum. Tað margháttliga er, at sjúklingarnir ikki hava atgongd til cannabis, tá tað nú hevur hesa gagnligu ávirkan. Nevnt verður, at cannabis er vanaelvandi, og at tað er ein høvuðstrupulleiki – men tað er morfin so sanniliga eisini, eins og nógvur annar heilivágur, sum læknar velja at geva sínum sjúklingum.

Spurningurin er, um tað er heilivágsídnaðurin, sum í hesum føri stýrir heilsuverkinum, og roynir at sleppa uttanum cannabis við ikki at gera neyvar kanningar, so læknar kunnu útskriva tað sum heilivág. Tá er tað skiljandi, at læknar og heilsuverk halda seg aftur, tí ábyrgdin við at útskriva heilivág er stór og kann fáa álvarsligar avleiðingar, um okkurt óheppið skuldi hent. Og tað er ei heldur nakar ivi um, at cannabis kann hava serstakliga óhepnar avleiðingar fyri nøkur.

Í Danmark verður cannabis-heilivágur framleiddur á apotekum undir skipaðum umstøðum, men skal hann skrivast út, tekur læknin samstundis ábyrgdina á seg – tískil eru tað bara onkur einstakur serlækni, sum dittar sær at gera tað.

Vit mugu alla tíðina hava sjúklingin í fokus, og tá tað ikki ber til at hjálpa honum umvegis almenna heilsuverkið, kundi verið hugt eftir, hvussu gjørt verður í øðrum londum, sum dragast við neyvt somu trupulleikar. Í USA hevur í longri tíð borið til í nøkrum statum at keypt cannabis, sum læknin metir ein sjúkling hava tørv á tí. Sjúklingurin fær eitt loyvi, og so er tað upp til hann at fara til góðkend støð at keypa sær cannabis. Tað er sostatt ikki frí søla, men bara avmarkað til tey, sum hava tørv á tí.

Um hetta er rætt at gera í Føroyum, er ikki vist. Men so leingi fólk við tørvi ikki fáa tann heilivág tey hava brúk fyri, er neyðugt at blaka allar bóltar upp og sleppa fordómunum.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður