Lítið virðiligt

2016-06-17 14:00 Author image
Dimma

Henda vikan hevur verið merkt av drotningavitjanini. Margretha drotning hevur vitjað kring landið, og móttøkan hevur, sum altíð, verið góð og hjartalig. Líkamikið hvørja áskoðan fólk hava um okkara politiska tilknýti millum Danmark og Føroyar, so plagar tað sjáldan at ávirka móttøkuna. Her snýr tað seg um tign og fólkaligheit, sum tað sømir seg einum framkomnum landi, ið fær almenna vitjan. Vit kunnu vera errin av, at samfelagið og myndugleikin altíð hava víst virðing, hóast politisk ósemja kann vera millum partarnar. Tað kjakið kann takast fyri seg, áðrenn ella aftaná, men ongantíð undir eini vitjan av ríkisovastum og stjórnarleiðarum.

Hesaferð var tó eitt pínligt undantak, tá løgtingsformaðurin noktaði at fara umborð á kongaskipið Dannebrog, har drotningin var vertur fyri einum almennum døgurða. Hann hevði einki ímóti at sita til borðs við drotningini, tá hann sjálvur var vertur, men hann vildi ikki við, tá drotningin var vertur.

Hetta er litið virðiligt – tað er beinleiðis primitivt og sýndi ikki ta tign, sum eigur at eyðkenna eitt politiskt framkomið land.

At løgtingsformaðurin umboðar Tjóðveldi, og vil úr danska ríkinum, kann ikki á nakran hátt rættvísgera atburðin hjá honum. Hvat um hann nú var løgtingsformaður í einum sjálvstøðugum ríki? Hevði hann so eisini noktað at tikið ímóti innbjóðingum frá politiskum mótstøðufólki, kanska ES-forsetanum, tí løgtingsformaðurin ikki vil kennast við ES? Tað hevði verið fullkomiliga burturvið og tekin um eina óbúna politiska áskoðan, har viðkomandi blandaði síni persónligu sjónarmið inn í leiklutin sum løgtingsformaður.

Løgtingsformaðurin skal megna at hevja seg upp um gerandis politiskt kegl, og heldur virka sum ein savnandi politiskur persónur, bæði innanhýsis á tingi og úteftir. Hann skal fara líka við andstøðu sum samgongu, og tað krevur ein heilt serligan politiskan myndugleika. Tískil er tað ofta so, at politikarar við drúgvum royndum fáa henda leiklut. Teir eru vanir við kegl, kenna tær skrivaðu og óskrivaðu reglurnar, og megna at geva sessinum tign og virðing.

Verandi løgtingsformaður er ikki nakar álvaungi í politikki, men hann hevur nógv politisk ár í sær enn, og hevur heilt greitt ikki skilt sín umboðandi leiklut. Hann er sami politiski buldribassi sum hann altíð hevur verið, og seinasta hendingin setir álvarslig spurnartekn við, um hann er egnaður at sita har. Hann burdi fingið eina breiða politiska reprimandu, eisini frá sínum egnu – tað hevði, um ikki annað, verið eitt plástur upp á sárið.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður