Kjak

Endiliga

2016-10-14 11:04 Author image
Dimma

Í vikuni boðaði SAS frá, at tað fer at flúgva millum Føroyar og Danmark komandi ár, og harvið fær Atlantsflog fyri fyrstu ferð, síðan Mærsk gavst, veruliga kapping á økinum. Royndirnar hjá Faroe Jet og DAT mugu eisini teljast við, men feløgini vóru ov veik og kláraðu ongantíð veruliga at koma í gongd.

Síðan flogvøllurin var longdur og nýggjur terminalur bygdur, hevur Vága Floghavn lagt stóra orku í at fáa fleiri feløg hendavegin, og tað eydnaðist loksins, hóast tey flestu høvdu væntað, at tað fór at vera eitt lágprísfelag sum Norwegian, ið fór at bjóða seg fram sum tað fyrsta.

Í kappingini við Mærsk á sinni vóru tað fleiri, sum valdu Atlantsflog fram um, tí tað var føroyskt, og tí royndirnar av tænastustøðinum hjá Mærsk vóru so ringar. Monopoltíðin frá 1971 fram til 1988 hekk  sum eitt tungt skýggj yvir Mærsk.

Tænastan umborð á Atlantsflogi var nógv betri, matur og drekka ókeypis eins og flogførini vóru munandi betri at lenda við.

Men nógv er broytt síðan Mærsk gavst í 2004 og Atlantsflog gjørdist einsamalt á rutuni. Flogfelagið royndi at halda fast við tænastustøðið, sum gjørdi felagið til nakað serligt, men í ár kláraði felagið ikki at standa ímóti longur. Ókeypis maturin og rúsdrekka varð tikið av skrá, so tað nú bert fæst vatn og kaffi, um tey ferðandi ikki rinda eyka – harvið líkist felagið øllum øðrum flogfeløgum í Europa. Atlantsflog er ikki nakað serligt longur, burtursæð frá at flogternurnar tosa føroyskt og flogskiparin ynskir ferðafólkunum vælkomnum heim – men er tað nóg mikið til at velja Atlantsflog fram um SAS? Vit ivast. Atlantsflog hevði ein ítøkiligan fyrimun við mati og drekka, sum tey ferðandi settu stóran prís uppá, sum nú er burtur, uttan at ferðaseðlarnir eru lækkaðir stórvegis í mun til áðrenn tann skipanin varð sett í verk. Tá tað kemur til prís verður kappingin neyvan tann stóra – tað fáa vit ikki fyri enn eitt lágprísfelag bjóðar seg fram.

Kanska fara vit at síggja tiltøk sett í verk, sum skulu tæna ferðafólkunum frameftir – tað virkaði, tá Atlantsflog breyt monopolið á sinni og vónandi hendir tað aftur.

  

  

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður