Nýggj setanartilgongd

2016-06-11 11:10 Author image
Dimma

Enn einaferð kom í rok í setan av einum aðalstjóra. Tað er ikki fyrstu ferð, at hetta hendir, men hesaferð hevur vrakaði umsøkjarin, sum var mettur at vera best skikkaður, valt at taka bardagan upp við tað almenna, tí hann metir seg vera diskrimineraðan av politiska myndugleikanum, sum hevur endaliga orðið í sambandi við setanir.

Í sambandi við hesa seinastu setanina er tað í fleiri umførum víst á óhepnu mannagongdina, sum varð stungin út í kortið í 90-unum av Finn Norman Christensen, sum varð settur at rudda upp í umsitingarliga óskilinum, sum tá var. Úrslitið var ein umsiting við landsstýrismannaábyrgd, eins og danska ráðharraábyrgdin, við aðalráðnum og einum løgmansstjóra at samskipa arbeiðið.

Á pappírinum sá tað gott út, men spurningurin er, um hetta er rætta skipanin til eitt so lítið samfelag. Vit fingu eina nógv sterkari umsiting, sum skuldi taka umsitingarliga valdið frá politikarunum, sum ikki altíð høvdu dugað sær hógv. Treyðugt so, endaliga avgerðin lá hjá politiska myndugleikanum, eisini tá tað kom til setanir av aðalstjórum.

Seinni hevur tað víst seg, at skipanin gjørdist nakað fýrakantað, uttan samspæl millum politiska og umsitingarliga myndugleikan. Í sambandi við starvssetanir løgdu embætisfólkini seg eftir tí reint fakliga, og meira ella minni bara krossaðu av í einum rokniarki, um viðkomandi var egnaður, og kryddaðu við eini persónsmenskuroynd. Alt var líkasum sett í system, har pláss ikki var fyri menniskjaligum metingum. Hinumegin stóð politiski myndugleikin, og tá hann setti seg á bakbeinini, og ikki bara vildi blástempla tilráðingarnar frá fakfólkunum, var eldur í skálanum, tí umsitingin virkaði meira sum ein maskina enn nakað annað.

Ein loysn hevði verið útilokandi at sett leiðandi embætisfólk og aðalstjórar politiskt, eins og gjørt verður til dømis í Noregi, men til tað er samfelagið og útboðið av skikkaðum fólkum ov lítið. Her má finnast ein millumvegur, sum á onkran hátt knýtir umsiting og politiskan myndugleika nærri. Hvussu tað kann gerast, er vónleyst at finna út av hjá leikfólki, sum bara kunnu koma við uppskotum. Men tað finnast klók høvd í landinum, sum kundu loyst henda gordiska knútin, sum er íkomin – har skal bara takast ein avgerð, tí sum støðan nú er, kunnu vit bara vænta kríggj og klandur. Løgmaður eigur bóltin, og vónandi ger hann nakað við málið.

 

   

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður