Nú er at koma víðari

2016-05-06 12:07 Author image
Dimma

Í farnu viku varð málið um broytingar í hjúnabandslógini loksins samtykt eftir mikið stríð. Høggini vóru ógvuslig, og fleiri bóðu í sínum viðmerkingum á løgtingsins røðarapalli um umbering fyri, at viðmerkingarnar til tíðir høvdu verið dekan ov hvassar.

Málið um hjúnabandslógina hevur skuggað fyri at kalla øllum øðrum politiskum málum av týdningi, og serliga miðlarnir hava verið merktir av hesum máli í ólukkumát. Tað eru ikki miðlarnir, sum skulu lastast fyri hetta, men heldur politikararnir, ið sjálvir hava sett hetta á dagsskrá sum týdningarmesta mál nakrantíð. Á aðrari síðuni varð tosað um javn- og mannarættindi, meðan hin tosaði um grundleggjandi brot á hjúnabandshugtakið, og at grundstøðið fór at verða máað undan kirkjuni.

Leikurin í tinginum var eisini av tí margháttliga slagnum. Sum útgangsstøði skuldi tað standa tinglimum frítt at taka støðu í málinum, men í øllum flokkum, uttan Sambandsflokkinum, atkvøddu tinglimir eins, tí aftanfyri leiktjøldini varð málið gjørt flokspolitiskt. Tað mest komiska mundi vera, tá Heðin Mortensen tók uppskotið um fólkaatkvøðu aftur við tí grundgeving, at meiriluti neyvan fanst fyri tí – tá andstøðan legði sama uppskot fram aftur og tað kom til atkvøðugreiðslu, manglaði bara atkvøðan hjá Heðini í, so var málið farið til fólkaatkvøðu. Har var tað hørð floksdisiplin, sum brádliga tók við, bankaði tingmannin upp á pláss og avdúkaði, hvat veruliga fyrifórst handan leiktjøldini.

Tað tóktist eisini komiskt, at tað júst var Miðflokkurin við Bill Justinussen, sum legði fram uppskotið um fólkaatkvøðu. Hann meinti einki við tað, tí sum hann segði aftaná, kundi hann undir ongum umstøðum taka undir við broytingum, líkamikið hvat fólkaatkvøðan segði. Tað var eisini nakað av einum glantrileiki hjá Magna Laksáfoss og Edmundi Joensen, sum atkvøddu móti einum broytingaruppskoti, sum skuldi gera tað gjørligt at gjøgnumføra broytingarnar. Tá tað ikki bar til, og fall við einari atkvøðu, tóku teir undir við endaliga uppskotinum og vórðu fagnaðir sum hetjur – eitt uppskot, teir mundu felt nakrar minuttir frammanundan. Eitt politiskt “stunt”, ið eydnaðist til fulnar.

Neyvan mundi viðgerðin á tingi í hesum máli økja um virðingina millum fólk. Rossahandlar, glantrileikir og duldar dagsskráir merktu málið frá byrjan til enda. Vit kunnu bara gleðast um, at tað loksins er endað og at munur ikki longur verður gjørdur á føroyingum út frá kynsligari orientering.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður