Kjak

Oddagrein: …um vit bora ígjøgnum teg

2019-03-22 09:27 Author image
Leif Láadal

Er neyðugt at binda allar Føroyar saman við tunlum – bæði omanfyri sjóvarmálan og undir?

Tað er kanska ikki so lætt at koma við einum svari, tá man sum eg eri føddur og so at siga uppvaksin Havn. Vit her í gamla miðstaðarøkinum – eg sigi ”gamla”, tí um ikki so langa tíð, verður miðstaðarøkið víðkað til eisini at umfata Skálafjørðin – duga kanska ikki at skilja tey ynski, sum eru úti um landið til øll hesi hol. Fari tó at vísa á, at tunlar ikki altíð eru rætta loysnin.

Í longdini eru teir ivaleyst tað, men teir verða og hava seinastu árini eisini verið brúktir sum valagn – serliga í endanum av einum valskeiði. Tað tykist sum, at ein politikari, sum lovar ein tunnil, verður valdur.

Minnist fyri nøkrum árum síðani, at Sjálvstýrisflokkurin (tá vóru Føroyar býttar í valdømir) stillaði eitt valevni upp í Sandoynni. Í sambandi við ein veljarafund, segði hann seg ivast í, um tað var rætt tá at fara undir at bora ein undirsjóvartunnil úr Streymoynni í Sandoynna. Tá avtornaði, fekk hann onga atkvøðu. Argumentini hjá honum vóru annars góð. Tað snúði seg um prís á tunli og annars aðrar alternativar møguleikar fyri at tryggja eitt regluligt, støðugt og trygt sjóvegis samband.

Tað er sjálvsagt neyðugt í fleiri førum at tryggja trygt samband millum bygdir, tá vit tosa um tað, sum er omanfyri sjóvarmálan, men tá tað kemur til teir dýru og longu undirsjóvartunlarnar, so er spurningurin, hvussu langt vit skulu fara.

Hví verður ikki brúkt størri orka upp á at kanna, hvussu tað ber til at skapa eitt samband til Suðuroynna, sum ikki inniber ein undirsjóvartunnil? Nú Sandoyartunnilin er ávegis, so skuldi verið upplagt at tikið gamlu ætlanina við sjóvegis sambandi millum Sand og Hvalba fram aftur. Serliga, tá nú nýggjur Hvalbiartunnil er á veg.

Ein tunnil úr Sandoynni í Suðuroynna kemur at kosta 3,1 milliard krónur. Tá avtornar, verður prísurin ivaleyst einar 4 milliardir. Eg ivist í, um allir suðuroyingar eru so glaðir fyri hesa loysn. Havi hoyrt um ein suðuroying, sum segði, at tá hasin tunnulin er komin, fer viðkomandi ongantíð av oynni aftur, tí at koyra so langt í einum tunli kann ikki vera rætt (ella trygt).

Eg skal ikki tosa fyri viðkomandi, men tað er okkurt, sum kundi bent á, at tað vildi verið betri, um eitt trygt sjóvegis samband millum Sand og Hvalba varð sett í verk, heldur enn ein tunnil undir vatni.

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður