Heimatíðindi

Nýtt skip skal klára seg fyri ein brøkpart av kvotunum

2018-12-02 21:54 Author image
Georg L. Petersen

Um eina viku ella so kemur nýtt uppsjóvarskip á Miðvág, Katrin Jóhanna. Skipið er keypt fyri 40 milliónir krónur at fiska menningarkvotur, sum bara svara til ein brøkpart av tí, sum tey lønandi uppsjóvarskipini fáa í sín part – men eigarin er sannførdur um, at tað fer at bera til

- Eg haldi at vit hava fingið eitt gott skip fyri pengarnar. Nógv gomul skip eru á marknaðinum í løtuni, og prísurin er eisini ávirkaður av tí. Vit hava fingið ein kombineraðan uppsjóvartrolara og nótaskip við eini bara eitt ára gamlari køliskipan, fyri ein góðan prís.

Tað sigur Árni K. Dalsgaard, ein av eigarunum av uppsjóvarskipinum Katrin Jóhannu, sum er keyptur fyri 40 milliónir krónur úr Noregi. Sambært skiparanum, er talan er um eitt systurskip til tann Christian í Grótinum, sum kom í føroyska flotan í 1998, júst tá uppsjóvarævintýrið byrjaði av álvara.

40 milliónir krónur er ikki nógvir pengar, tá tosað verður um uppsjóvarskip í dag. Ein nýbygningur man fara at tátta í 300 milliónir krónur at byggja, men tá er hann eisini serstakliga effektivur. Tað, sum hevur eina størstan týdning fyri eitt uppsjóvarskip í dag, er at køliútgerð og tangar liva upp til tey nýggjastu krøvini, so skipini altíð kunnu landa dygdargóðan fisk. Og júst hetta er ein av styrkjunum í nýggja skipininum hjá miðvingum, tí júst tann útgerðin er bara eitt ára gomul.

Men kvoturnar eru ikki nakað at reypa av, um hugt verður eftir, hvat hini stóru uppsjóvarskipini hava. Tey kunnu í meðal hava eini 28.000 tons av svartkjafti (Katrin Johanna hevur 13.000 tons), 6.000 tons av sild (Katrin Johanna hevur 2.224 tons) og eini 4.000 tons av makreli (Katrin Johanna hevur 1.770 tons).

Lesið meira HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður