Heimatíðindi

Nýtt arbeiðsumhvørvisráð valt

Nýtt arbeiðsumhvørvisráð valt
2018-02-21 21:00 Author image
Innsent

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur valt nýtt arbeiðsumhvørvisráð.

Við heimild í arbeiðsumhvørvislógini velur landsstýrismaðurin eitt arbeiðsumhvørvisráð. Ráðið er sett saman við 2 limum umboðandi arbeiðsgevarafeløgini, 2 limum umboðandi arbeiðstakarafeløgini, 1 limi umboðandi landið og kommunufeløgini og 1 limi umboðandi starvsfólkini hjá landinum og kommununum.

Harumframt tilnevnir landsstýrismaðurin formann eftir tilmæli frá omanfyri nevndu umboðum.

Limirnir í ráðnum eru:

Formaður: Pál Weihe, yvirlækni og professari, Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu

Umboð fyri arbeiðsgevarafeløgini: Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð, og Esther Dahl, ráðgevi hjá Vinnuhúsinum

Umboð fyri arbeiðstakarafeløgini: Jóhan Carl Dam, nevndarlimur í Havnar Arbeiðarafelag, og Dánial Pauli Djurhuus, formaður í Landsfelag Handverkaranna

Umboð fyri landið og kommunufelagið: Marin á Brúnni, fulltrúi hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum

 Umboð fyri starvsfólkini hjá landinum og kommununum: Annika Hoydal, Ljósmøðrafelag

Føroya Ráðið skal ráðgeva landsstýrinum í spurningum innan arbeiðsumhvørvi. Endamálið er at geva arbeiðsmarknaðinum høvi til at ávirka tey tiltøk, sum skulu gerast fyri at fáa eitt heilsugott og trygt arbeiðsumhvørvi.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er skrivstova hjá ráðnum.

    

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður