Fiskivinnunýskipanin: Kvotur og øll loyvi verða ógildað

2016-09-02 14:56 Author image
Sigmund Vang

Á fundi í Grønlandi í vikuni lyftu tveir av nevndarlimunum í nýskiparnarnevndini fyri komandi fiskivinnuna í Føroyum lokinum og kundu avdúka, at nevndin at kalla er samd um at velja kvotur fram um fiskidagar – og alt bendir á, at dýrt keyptu veiðiloyvini fara at hvørva.

Herálvur Joensen, stjóri í Reiðarafelagnum og Hans Ellefsen, fulltrúi í Fiskimálaráðnum, vóru báðir á norðurlendskum ráðharrafundi í grønlendska býnum Narsarsuaq í vikuni, har teir millum annað høvdu sína framløgu – og teir komu millum annað inn á tað, sum vit kunnu vænta, tá nevndin 3. oktober í ár er liðug við sítt arbeiði.

Og har var lítil og eingin ivi um, hvat nevndarlimirnir so at siga eru samdir um, hóast tað framvegis er nógv sum skilir.

- Tað er stórur meiriluti í nevndini fyri eini kvotaskipan, segði Herálvur Joensen, og Hans Ellefsen tók undir.

Teir fóru ikki so nágreiniliga inn á, um tað merkir, at fiskidagaskipanin heilt verður tikin av, men tað er nógv, sum bendir á tað.


Lesið meira í Dimmalætting, sum kom í handlarnar fríggjadagin.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður