Heimatíðindi

Nýggjur bloggur: Metoo Føroyar

Nýggjur bloggur: Metoo Føroyar
2018-03-10 14:26 Author image
Elisa Vang

Fyri tveimum døgum síðani, á kvinnudegnum 8. mars, varð nýggjur bloggur avdúkaður: Metoo Føroyar. 


Sambært Metoo Føroyar-heimasíðuni er endamálið við blogginum:

"Hví?

´Um allar kvinnur seta #metoo á sín status, so fáa vit eina mynd av, hvussu stórur trupulleikin er.´ Hetta skrivaði films- og sjónleikarin, Alyssa Milano, á Twitter í oktober seinasta ár. Vit fingu sanniliga eina mynd av, hvussu umfatandi og inngrógvin seksuel sjikana er í okkara mentan.

Fleiri hundraðtúsundtals kvinnur um alla verðina skriva framvegis #metoo á sín vanga á sosialu miðlunum ella skriva undir mótmælisskriv við #metoo-eyðkenninum. Á Facebook. Á Twitter. Á Instagram. Tær tosa í sjónvarpi, útvarpi, leggja út á podkast, skriva í tíðarrit, í bløðum. Tær koma fram við sínum mótmælum til filmsvirðislønahandanir, til tónleikavirðislønahandanir.

Kvinnur um allan heim frá Hollywood til Hong Kong. Hvítar kvinnur, brúnar kvinnur, kristnar kvinnur, jødiskar kvinnur, muslimskar kvinnur, ateistiskar kvinnur. Tær trína fram úr øllum starvsstøðum: úr leiklistaheiminum, heilsutænastuni, úr filmsvinnuni … Kendar og ókendar, ríkar og fátækar. Allar hava tær havt og hava enn sama trupulleika: At tær verða seksuelt sjikaneraðar av einum, sum hevur størri vald og/ella heldur seg hava rætt at ráða yvir kvinnuni.

Men hvussu hevur verið í Føroyum? Í okkara modernaða smásamfelag, har øll kenna hvønn annan? Hava vit hoyrt málið á kvinnunum, sum búgva í Føroyum? Kringvarpið hevur viðgjørt tað í onkrum Radara, Nón, og eitt vet hevur verið í vanligu tíðindunum ella morgunsendingini. Men vit eiga at seta enn størri fokus á henda trupulleika og geva øllum kvinnum, sum búgva í Føroyum, møguleika at sleppa til orðanna. Tí hesin bloggurin!"

 

Og um mannagongdirnar, verður skrivað soleiðis:

"HVUSSU? TRÚNDAÐUR OG MANNAGONGDIR

Síðan er skipað soleiðis, at alt, ið verður sent inn, kemur í trúnaði. Trýst á “Mín søga”, áset eitt navn, ið tú sjálv/ur velur, og skriva tína søgu. Tín søga verður send okkum umvegis hesa heimasíðu, ið vil siga, at hon ikki hevur nakran avsendara. Tó so, sendir tú heimanifrá, er tað tann IP adressan, ið kann finnast aftanfyri. Men, situr tú á einum almennum staði, einari kafé ella líknandi, vil tað vera tann IP adressan, ið kann finnast, og tín heimstaður verður tískil ikki avdúkaður. Tá tú hevur sent okkum tína søgu umvegis hesa heimasíðu, skulu vit góðkenna hana, áðrenn hon verður løgd út. Tað kann taka upp til 2 samdøgur at fáa góðkent søguna."


Tað eru fimm kvinnur, ið hava tikið stig til at stovna bloggin, Metoo Føroyar, og tær eru: Lív Patursson, Sunneva Háberg, Marna Jacobsen, Bjørt Lind, Turið Maria Johansdóttir, Una Galán og Laura Edit Gunváardóttir.


Okkurt bendir á, at bloggurin hevur vakt stóran ans, "uml 10.000 vitjanir á síðuni hava verið uppá tveir dagar og vit hava fingið 35 søgur higartil", sigur Lív Patursson. Og hon heldur fram: "uttan at gera stórvegis burturúr at lýsa síðuna, hava vit longu fingið 35 søgur inn. Vit vilja fegnar eggja øllum til at deila sína søgu, so vit kunnu varpa ljós á, at her er ikki talan um einstakar søgur, men ein lýsing av einum samfelagstrupulleika, sum vit eiga at gera nakað við", sigur Lív Patursson.

 

Leinki til Metoo Føroyar

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður