Nýggjar gøtur út í Mykineshólm

2016-07-11 13:32 Author image
Jákup Højgaard

Nú summarið av álvara er komið eru nógv, ið leita sær ein túr vestureftir at ferðast í Mykinesi. Fleiri av teimum, sum longu hava verið úti á oynni í ár hava óvivað lagt sær leiðina út á hólmin og lagt til merkis, at partar av gøtuni út í hólmin eru vorðnar munandi meira sjónligar og bøttar.

- Hetta er fyrsta stigið í Ramsar-ætlanini fyri Mykines, sigur Sølvi Simonarson, leiðari í VisitVágar. Arbeiðið við gøtunum byrjaði í apríl og í fyrstu syftu hevur talan verið um at bøta um gøturnar, har tørvur hevur verið á tí og at gera gøtuna, sum gongur beint ígjøgnum lundalandið, meira sjónliga so at stovnurin verður sum minst ávirkaður, leggur hann afturat. 

Ein av stóru trupulleikunum við gøtuni gjøgnum lundalandið hevur verið, at sjálv gøtan hevur verið heldur ring at síggja í støðum og av tí sama hevur nógv verið gingið við síðunarav. Fyri at verja lundalandið er gøtan nú gjørd so sjónlig at fólk uttan stórvegis umhugsan halda seg á henni. 

- Vit hava arbeitt eitt sindur við spurninginum um tað møguliga hevði verið betur at flutt sjálva gøtuna longur oman. Sum nú er, gongur hon beint í gjøgnum lundalandið og fyri at verja lundalandið hevur talan hevur verið um at flyta hana oman, so gingið verður rundan um í staðin, sigur Sølvi Simonarson.

Nýumbøttu gøturnar í Mykinesi eru fyrsti liður í Ramsar-ætlanini fyri oynna, ið hevur til endamáls at verja um náttúruøkir. Í Mykinesi fevnir Ramsar-ætlanin um hóttanir ímóti lunda og øðrum fugli á oynni. Mett verður, at tað eru serliga tríggjar týðandi hóttanir ímóti fulgalívi: óskipað gongd í haganum og út í Hólm, rotta og sigling við nógvari ferð kring oynna. 

Nógv ferðafólk, bæði føroysk og útlensk, leita sær út til Mykinesar um summarið og nógvar tónleikastevnur plaga at seta sín serliga dám á túrin. Dagurin í dag er ivaleyst einki undantak. Fólkatónleikarastevnan í Mykinesi byrjar í dag klokkan 15, har millum annað Guðrið Hansdóttir og Uni Debes fara at framføra.  

   

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður