Heimatíðindi

Nýggja havrannsóknarskipið nærkast

2019-01-05 09:34 Author image
Leif Láadal

Um hálvt annað ár verður nýggja havrannsóknarskipið latið eigarunum, ið sum kunnugt er tað almenna. Skipið verður smíðað liðugt hjá MEST á skipasmiðjuni á Skála. Kjølurin til skrokkin er strektur í heyst á skipasmiðju í Litava, og nú í summar verður hann togaður til Føroya.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at arbeiðið við at byggja nýtt havrannsóknarskip gongur eftir ætlan.

– MEST er í holt við at fyrireika seg til at taka ímóti skrokkinum, soleiðis at alt er klárt at smíða skipið liðugt, tá tað kemur til landið, sigur landsstýrismaðurin,

Tíðarætlanin er eitt sindur strong, og tí er neyðugt at alt er væl fyriskipað. Eitt havrannsóknarskip er eitt rættiliga tekniskt skip, og fyri at kunna smíða tað liðugt upp á eitt ár, má skipasmiðjan á Skála vera væl fyrireikað, og tað er hon sambært landsstýrismanninum eisini.

– Ein rúgva av serútgerð skal setast upp umborð, og tí er neyðugt at fáa hesa til vega og hava hana klára, tá skrokkurin kemur til landið, sigur Høgni Hoydal.


Hetta er brot úr longri grein, sum kann lesast í Dimmalætting hesa vikuna, ella á dimma.fo, um tú hevur dimma+ hald. Leinki til greinina her HER

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður