Mentan

Nýggja føroyska stjørnuskotið JASMIN er við a HeiMA

Nýggja føroyska stjørnuskotið JASMIN er við a HeiMA

Mynd: Jenný Augustudóttir Kragesteen

2018-03-31 12:08 Author image
Innsent

JASMIN kemur á HeiMA, og tað eru vit sera glað fyri. Bólkurin JASMIN, sum hevur Jasmin Mote sum songkvinnu, var tann fyrsta sum vit spurdu, tá ársins skrá skuldi leggjast.

Bólkurin vann Sement 2017, og hitaði upp til FMA í ár. Bólkurin hevur útgivið tvey stakløg.

Lagið "Make sense" hjá Jasmin Mote er kallað droymandi melankolskir tónar. Ein sangur um hvussu lívið ikki altíð gevur so góða meining.

Jasmin Mote hevur í fleiri ár verið frammi sum ein av okkara dugnaligastu ungu sangarum, men ummælarin hjá Kringvarpinum heldur at tað virkar sum um at hon nú ordiliga hevur funnið sítt tónleikaliga útrykk, og samleika sum listafólk.
Ummølararnir í Kvørnini hava eisini kalla JASMIN fyri nýggja føroyska stjørnuskotið.

JASMIN gav fyri stuttum síðani sítt næsta staklag út. Bæði fyrra staklagið "Baby blue" og  "Make sense" hava verið sera gjøgnumførd. Bæði løgini eru eisini blivin viðmæld av KarriereKanonen hjá DR.

Tá JASMIN trýnur fram í stovunum í Nólsoy páskaaftan, so er tað Jasmin Mote sum syngur, Bergur spælir kontrabass, Vinjaf klaver, meðan Jósef spølir okkurt slag av trummum.

Tey sum koma til Nólsoyar í dag og ynskja at tryggja sær atgongumerkir til HeiMA, kunnu keypa tey á www.atgongumerki.fo

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður