Uttanlands

Nýggj uppfinning ger tað lættari hjá blindum at brúka alnetið

Ania Mysyshyn fekk íblástur til at hjálpa blindum, tá hon fekk eyga á ein buss í Stockholm, sum kundi hella seg niður og loyva illagongdum fólki umborð (Mynd: Ruslan Bokalo)

Ania Mysyshyn fekk íblástur til at hjálpa blindum, tá hon fekk eyga á ein buss í Stockholm, sum kundi hella seg niður og loyva illagongdum fólki umborð (Mynd: Ruslan Bokalo)

2018-11-30 11:15 Author image
Thomas Gringer Jakobsen og Lív Reynheim

Ein uppfinningarsom ung kvinna og ein blindur serfrøðingur innan KT slógu seg saman - og fyrsti tankin handan tað, sum hevur ment seg til eitt forrit á alnetinum fyri blind, byrjaði at spíra

Um tú skalt flyta bústað, søkja starv, gjalda húsaleigu ella samskifta við vinir og kenningar, so sleppur tú ikki uttanum alnetið. Tað er eftirhondini vorðið ein sjálvfylgja, at vit sum borgarar megna at fylgja við i talgilda samfelagnum, men talgildingin kann vera ein stór avbjóðing fyri nógv - eitt nú fyri sjónveik og blind.

Í Ukraina er 24 ára gamla Ania Mysyshyn í ferð við at taka avbjóðingina upp. Eftir lokna útbúgving innan løgfrøði, fór hon undir eitt samstarv við Dmytro Popov, ið er bæði serfrøðingur innan KT og blindur. Saman hava tey ment eitt forrit, sum ger tað lættari hjá blindum at avgreiða síni viðurskifti á netinum. Talan er um eitt forrit, ið greinar heimasíður og veitir ráðgeving um, hvussu heimasíðan á bestan hátt kann tillaga seg til ein blindan ella sjónveikan brúkara.

Stjórin á ukrainska blindafelagnum, Oksana Potymko, hevur viðmerkt: “Hetta er sera týdningarmikið hjá okkum blindu í Ukraina. Tað kemur javnan fyri, at vit gera vart við ymiskar trupulleikar og avbjóðingar, men stjórnin gevur sær ikki far um okkum. Í einum nútímans talgildum samfelag, er tad umráðandi at vit arbeiða saman fyri einum samfelag sum er atkomuligt hjá øllum - eisini hjá okkum blindu og sjónveiku!”

Í fjør vunnu Dmytro og Ania eina altjóða kapping hjá ST fyri besta nýggja hugskot millum ung. Og í dag gerst hugskotið til veruleika. Higartil hava seks býir í Ukraina lagt sínar heimasíður til rættis eftir vegleiðingini hjá forritinum, og brúkaratølini eru hækkaði við 20 prosentum. Hóast ilt er at siga, hvussu nógvir brúkarar eru sjónveik ella blind, so er hetta ein óvanlig hækking og tey eru væl nøgd. Ætlanin er, at forritið skal nýtast um alt landið og allarhelst røkka út um landamørk eisini.

Í ár kunngjørdi ES nýggja reglugerð, sum ásetur øllum heimasíðum og sjálvgreiðslum at vera skipaðar soleiðis, at fólk við breki kunnu fáa gagn av teimum. Fyri tey, sum eru sjónveik, má bera til at vaksa um partar av myndini á skíggjanum, og tað skal vera møguligt hjá blindum at fáa tekstin lisnan upp. Fyri tey litblindu, skal heimasíðan kunna broytast til at vera í svørt-hvítum, so munurin verður lættari at síggja.

Nýggja forritið úr Ukraina veitir eina tænastu, ið ger tað lættari at stovna eina heimasíðu, sum virkar í samsvar við reglugerðina hjá ES. Reglugerðin kann í aðrar mátar vera bæði torfør og kostnaðarmikil at fylgja.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður