Heimatíðindi

Nýggj skipan lættir um GDPR-avbjóðingar hjá fyritøkum

2018-11-29 15:57 Author image
Turið Justinussen

ES hevur sett eina reglugerð í verk, ið kallast GDPR. GDPR-reglugerðin virkar til frama fyri at verja talgildar upplýsingar hjá fólki, men tað kann vera tørført hjá fyritøkum at lúka tey mongu krøvini í reglugerðini. Tískil skal ein nýggj skipan nú veita eina loysn

Fritøkan, Wired Relations, sum føroyinginum, Gilli Haraldsen saman við øðrum føroyingum og danum eigur, hevur ment eitt nýna nýggja skipan, ið skal hjálpa fyritøkum at lúka krøvini í GDPR-reglugerðini.

Flestu føroysku fyritøkurnar eru ikki undantiknar hesari ES-reglugerð, og tað eru myndugleikarnir og fyritøkurnar sjálvar, sum skulu tryggja, at krøvini í lógini verða lúkað, tí verður hetta ikki gjørt, kunnu fyritøkurnar verða revsaðar við bót.

Fyritøkurnar skulu kunna vísa á lógligt grundarlag, ið loyvir teimum at varðveita og viðgerða skrásett persónsdata, og tá skal alt tað fyrisitingarliga vera í lagi. Hetta kann vera torført, serliga hjá smáum fyritøkum, ið ikki hava løgfrøðiliga ella kunningartøkniliga ráðgeving tøka.

Skipanin hjá Wired Relations fer tískil at veita fyritøkum og stovnum hjálp til at kanna, um tey lúka krøvini í GDPR-reglugerðini, umframt at hjálpa fyritøkunum at fáa greiðu á hvørjar persónsupplýsingar liggja goymdar í teirra skipan, og hvar hesar verða viðgjørdar.

Veita einfalda og nýtsluvinarliga loysn
Stevnumiðið hjá nýggju fyritøkuni er skilmarkað soleiðis: "Vit vilja gera íverksetanina av persónsupplýsingarlógum sum GDPR so einfalda, bíliga og nýtsluvinarliga sum gjørligt. Í dag styðjar loysn okkara hundraðtals av fyritøkum trygt ígjøgnum GDPR-menningartilgongdina."

Wired Relations miðjar ímóti at menna eitt GDPR-skjalfestingaramboð, sum ger tað einfalt og sjálvvirkið hjá fyritøkum at veita skjalprógvið, ið krevst.

Fakliga toymið í fyritøkuni fevnir millum annað um løgfrøðingar, serfrøðingar og mennarar í dátuvernd. Gilli Haraldsen, parteigari av Wired Relations, greiðir frá, at fyritøkan varð sett á stovn í 2017, tá ið hon fekk innlit í mannagongdina, ið skal fylgjast til tess at virkja GDPR-reglugerðinia.

Henda mannagongdin er torgreidd í bygnaði og kervi, og tað gjørdist teimum í Wired Relations greitt, at nærum allar fyritøkur standa fyri somu forðingum og avbjóðingum hesum viðvíkjandi:

- Vit spyrja inn til ymisk viðurskifti hjá fyritøkunum, eitt nú KT-skipan, veitara, og hvar upplýsingarnar verða viðgjørdar. Síðani gera vit eina heildarmeting og veita teimum eina loysn, sigur Gilli Haraldsen við Dimmalætting.

Henning Mortensen, ið er ein av eigarunum og formaður fyri Rådet for Digital Sikkerhed í Danmark og serfrøðingur innan datatrygd, kemur til Føroya í kvøld. Hann skal í morgin, fríggjadagin 30. novembur, halda skeið um krøvini í GDPR, persónsdatavernd, og um hvussu føroyskar fyritøkur skulu bera seg at hesum viðvíkjandi. 

Henning Mortensen varð latin Databeskyttelsesprisen 2018 fyri áralanga arbeiði sítt at týða torskilda datatrygd til praktisk og brúkaravinarlig amboð til myndugleikar og fyritøkur at nýta.

Skeiðið 30. novmebur er fult teknað. Næsta skeið verður 18. januar í 2019.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður