Heimatíðindi

Nýggj rørsla krevur veðurlagslóg nú

Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge

Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge

2020-07-24 07:57 Author image
Katrin Johannessen

Í gjár kl. 17 var opin fundur við rørsluni Veðurlagslóg Nú, ið er ein politisk óheft rørsla, sum arbeiðir fyri einari bindandi veðurlagslóg, nú tann gamla gongur út í heyst. Málið í lógini, ið var samtykt í 2009, varð ikki nátt og tí krevur rørslan eina bindandi lóg. Tað fyrsta á skránni er undirskriftasavning. Tey eru enn við at orða setningin handan savningina, men vænta at vera klár stutt eftir ólavsøku. 

Sum tað kom fram á framløguni við Morten Friis, úr klima- og omstillingsrådet, krevur ein politisk broyting undirtøku frá 3,5 prosent av fólkatalinum. Í Føroyum eru hetta umleið 1750 fólk, og tí er málið at savna so nógvar undirskriftir. 

Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge er ein av fyriskiparunum av rørsluni og tiltakinum í reinsarínum í gjár. Hon greiðir frá, at ætlanin er at koyra eina tíðaravmarkaða kampagnu, sum varar til jóltíðir. 

-Vit síggja hvussu veðurlagið broytist. Um hetta heldur fram, so fara nógv fólk at verða flóttar vegna veðurlagsbroytingar. Tá eg ímyndi mær, at tað hevði hent fyri meg, so verið eg kveikt at gera nakað við tað.

Á tiltakinum, vórðu fólk eggja, at persónliga taka støðu til evni og virka fyri broyting, á tann hátt, sum tey hugsa sær, at tey kunnu hava ávirkan. Nógv ymisk tiltøk eru neyðug, um broying skal verða framd, meina tey.

-Eg trúgvi, at um eg haldi fram at tosa um evni, so fari eg til síðst at verða hoyrd, sigur Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge.

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður