Nýggj ókeypis sBók um arbeiðsmarknaðin

Nýggj ókeypis sBók um arbeiðsmarknaðin

2018-01-12 12:41 Author image
Innsent

Mitt í hesum verkfalstíðum er nýggj sBók komin á marknaðin, sum snýr seg um viðurskiftini millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara. Í 2016 vóru 100 ár liðin, síðan fyrsti kollektivi sáttmálin millum tvey feløg á landi varð gjørdur, og í tí sambandi tóku Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini stig til bókina. Helgi Abrahamsem hevur skrivað, og Nám hevur staðið fyri útgávuni.

sBókin er ætlað miðnámi í samfelagsfrøði, men partar av henni kunnu eisini brúkast í hádeild fólkaskúlans. Høvundurin hevur lagt seg eftir at skriva bókina soleiðis, at hon er løtt at lesa og ikki krevur forkunnleika. Tískil er hon eisini væl egnað til aðrar lesarar við áhuga fyri arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.

Gingið verður ígjøgnum ymiskar fyriskipanir á arbeiðsmarknaðinum, og viðgjørt verður, hvønn týdning hesar hava fyri okkara samfelag. Nógvir tættir eru í samlaðu myndini, og leggur bókin seg eftir at taka saman um teir týdningarmestu.

Stigtakararnir og Nám fegnast um, at undirvísingartilfar um føroyska arbeiðsmarknaðin nú er tøkt hjá skúlum og øðrum áhugaðum at lesa.

Bókin er at finna undir Útgávur á heimasíðuni hjá Námi. Leinkjan er: https://arbeidsmarknadurin.systime.dk/

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður