Nýggj útbúgving á Fróðskaparsetrinum

Nýggj útbúgving á Fróðskaparsetrinum

"Tað er fantastiskt, at vit nú fara at kunna bjóða eina slíka útbúgving út í Føroyum" sigur Bergur Djurhuus Hansen

2018-11-28 18:35 Author image
Turið Justinussen

Komandi skúlaár verður fyri fyrstu ferð gjørligt at útbúgva seg innan list á Fróðskaparsetri Føroya. Fyrireikingarnar til útbúgvingina, ið kemur at umboða listagreinarnar rit- og tónlist, eru komnar væl áleiðis

Í Danmark kann ein millum annað útbúgva seg til myndlistafólk, dansimiðlara, pallsetara, konservator, sniðgeva og arkitekt.

Hetta er ikki gjørligt í Føroyum, men framtíðarútlitini tykjast at vera góð og birta vón um alsamt størri útboð av listaligum útbúgvingum.

[object Object]Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá útbúgvingarstovninum er sum ásett í løgtingslóg frá 2008, at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.

Listagávaðir føroyingar kunnu umsíður fáa sessuró og fegnast um, at henda frálæra í næstum eisini fer at umfata list. Á heysti 2019, verður nevniliga, fyri fyrstu ferð, gjørligt at útbúgva seg í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya.

Fróðskaparsetrið skipar fyri ráðstevnu
Fyrireikingarnar til nýggju útbúgvingina í listaligum arbeiði eru komnar væl áleiðis, og fyri at gera vart við hugsanir, sum eru knýttar at einari slíkari útbúgving, skipar Fróðskaparsetrið fyri almennari ráðstevnu við heitninum Mørk og vegir millum vísindi og list. Hon verður á Fróðskaparsetri Føroya í døgunum 6. og 7. desembur. 

Evnið á ráðstevnuni verður í fyrra lagi, hvussu listaligt og vísindaligt arbeiði á ymsan hátt kunnu umskarast og ávirka hvørt annað. Í øðrum lagi verður spurt, um arbeiðshættirnir í vísindum og list eru fullkomiliga ymiskir, sum olja og vatn, og ikki [object Object]kunnu renna saman.

Tað týdningarmesta við hesum er, at tað er við til at lyfta alt listastøðið í landinum

Undir hesum yvirskipaða evni eru knýttir spurningar um listaliga skapan, listaliga útbúgving og tilgongdina frá hugskoti og kenslum til liðugt listaverk. Hugt verður eisini eftir, hvønn leiklut ein útbúgving í listaligum arbeiði kann fáa í samfelagsligum høpi.

Kinna Poulsen, rithøvundur, listaummælari og lektari á Glasi, heldur útbúgvingatilboðið hava týdning av tveimum orsøkum, og sigur soleiðis við Dimmalætting:

- Tað er gott, at listaáhugaði hava møguleika at byrja uppá at útbúgva seg her á landi, so at tey eru betri fyrireikaði, tá tey fara uttanlands á akademi o.s.fr. Men tað týdningarmesta við hesum er, at tað er við til at lyfta alt listastøðið í landinum, sum vit eitt nú hava sæð innan tónleikin. Tað er sera spennandi.

Umframt føroysk listafólk og granskarar luttaka Ursula Andkjær Olsen, yrkjari og rektari á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn, Rolf Hughes, sum starvast á universitetinum í Newcastle og hevur ein ph.d. í creative writing frá University of East Anglia, Ivar Frounberg, komponistur og í mong ár professari á Norges Musikkhøgskole í Oslo.

Ráðstevnan verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju 15. Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at tilmelda seg áðrenn 4. desembur á Fróðskaparsetrinum. 

Ein føroyskur rithøvundaskúli
Bergur Djurhuus Hansen, dekanur og Ph.D. lektari í bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya, greiðir frá, at ætlanin er at seta ein útbúgvingarleiðara, ið bæði er fakliga skikkaður og listaligakønur.

Tað vera tvær lestrarbreytir á útbúgvingini. Ein teirra er ritlist, sum á enskum kallast creative writing.

[object Object]

- Vit hava serliga fingið íblástur frá University of East Anglia í Onglandi, sum longu bjóðaði creative writing út sum útbúgving í 1970, og síðani er vorðið víðagitið fyri sín úrslitagóða høvundaskúla. Í Onglandi og Amerika er tað vanligt at hýsa høvundaskúlum á universitetum, og hóast tað ikki er so vanligt í Norðurlondum, fara vit í Føroyum eisini at gera tað, sigur Bergur Djurhuus, ið verður at hoyra á ráðstevnuni.

Nógv hava verið uttanlands, tí einki tilboð hevur verið her

- Talan er um eina samanhangandi útbúgving í skriving. Ein føroyskan rithøvundaskúla, sigur Bergur Djurhuus Hansen. Hann fegnast um útbúgvingatilboð, sum nú verður í Føroyum:

- Nógv hava verið uttanlands, tí einki tilboð hevur verið her. Tí er tað fantastiskt, at vit nú fara at kunna bjóða eina slíka útbúgving út í Føroyum.

Tónleikur við denti á originalitet
Onnur lestrarbreytin á útbúgvingini er tónlist, og komponisturin, Sunleif Rasmussen, sum er ein av fleiri, ið fer at halda fyrilestur á ráðstevnuni, er vísur í, at útbúgvingin kemur at hækka tónleikastøðið í landinum:

[object Object]

- Ætlanin er, at geva næmingunum eina holla vitan um tónlistasøgu, hvaðani tónleikurin er komin, og hví hann í dag ljóðar sum hann ger, sigur Sunleif Rasmussen og skoytir uppí:

- Eg havi varhugan av, at fleiri fólk, ið gera tónleik, eru eitt sindur søguleys. Tey royna at eftirlíkna onkrum, tey hoyra og hava ikki vitanina aftanfyri, sum krevst til at gera sítt egna. Tað manglar ein ávísur originalitetur.

Tað manglar ein ávísur originalitetur

Høvuðsfakið á breytini verður komponering og at menna tað skapandi handverkið. Minni fokus verður á ljóðførislæru og teir teknisku førleikarnar.

- Eg havi eina vón um, at føroyskur tónleikur á hendan hátt kann mennast, sigur Sunleif Rasmussen við Dimmalætting. 

Bergur Djuurhus greiðir frá, at skipað fer eisini at verða fyri námskeiðum og verkstovum fyri næmingunum ymsastaðni kring landið, har tey eisini fáa vitjan av útlenskum, royndum fólki.

Norðurlendskt samstarv veitir møguleikar 
- Ynskiligt er sjálvsagt, at man kann bjóða útbúgvingina út sum eina bachelor, so man fær gjørt hana lidna í Føroyum. Men tað kunnu vit tíverri ikki í løtuni, sigur Sunleif Rasmussen. 

Hóast útbúgvingin í fyrstu atløgu bert kemur at vara tvey ár, sigur Bergur Djurhuus Hansen, at Fróðskaparsetrið arbeiðir við at fáa eitt Norðurlendskt samstarv upp at [object Object]koyra, ið skal lata akademiskar dyr upp fyri næmingunum í Norðurlondum eftir loknan lesnað í Føroyum.

- Vit hava verið á einum Norðurlendskum fundi og hava samband við aðrar tílíkar Norðurlendksar útbúgvingarstovnar. Vit ætla, at næmingarnir skulu kunna brúka hetta føroyska prógvið til at framhaldsútbúgva seg har, ynskja tey tað. Vit kanna møguleikarnar og eru við at byggja hetta samstarv upp, sigur Bergur Djurhuus Hansen við Dimmalætting. 

Heitið, útbúgving í listaligum arbeiði, er víðtøkið, men tað er tað ikki av tilvild:

- Vit vilja ikki útiloka, at vit seinni fara at byggja hana út til at fevna um fleiri listagreinar. Vit kunnu ikki bjóða alt út í senn, tí slíkt krevur drúgvar fyrireikingar, greiðir Bergur Djurhuus Hansen frá.

Meira langlesnaður