Heimatíðindi

Nýggj ítróttabarr letur upp í Tórsgøtu

Nýggja barrin letur upp í hølunum har millum annað Steikin helt til

Nýggja barrin letur upp í hølunum har millum annað Steikin helt til

2020-03-24 10:02 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Hetta er nakað, vit hava tosað um í fleiri ár, og nú endiliga eydnaðist tað, sigur Sunneva Háberg Eysturstein, sum saman við arbeiðsfelaganum, Joel Briem fer at opna eina siðbundna ítróttabarr í Tórsgøtu.

Fyri stuttum lat matstovan Steikin aftur og nú er greitt, at fólkini handan Sirkus hava keypt hølini í Tórsgøtu. Ætlanin er at opna eina siðbundna ítróttarbarr í kendu hølunum.

- Tað er nakað vit leingi hava tosa um, og í fleiri ár hava vit leitað eftir teimum røttu hølunum. Eg havi leingi hugsað, at hesi hølini høvdu riggað væl til høvið, so eg eri ordiliga glað fyri, vit fingu tey, sigur Sunneva.

Ætlanin er, at nýggja barrin skal vera eitt stað, har fólk kunnu koma inn og spæla pool, dart ella hyggja eftir ítrótti, eisini verður møguligt at keypa okkurt at eta og drekka afturvið. Meira enn nakað verður tað føroyskt, fortelur hon, og tí var eingin ivi, tá navnið skuldi finnast: Landskrona.

Løtan í Landskrona er okkara ítróttaligi stoltleiki, og tí vann hetta navnið framum alt annað. So passar tað so væl við, at í ár eru 30 ár liðin síðani Torkil skoraði, og tí skulu vit opna við einum braki, fortelur Sunneva flennandi.

Í barrini verður møguligt at hugna sær við ymiskum undirhaldi og hyggja eftir aktuellum fótbóltsdystum. Sjálvandi fara vit eisini at vísa útlendskar dystir, men konseptið og útsjóndin tekur støði í tí føroyska, sigur hon. Eisini ætla tey at skipa fyri ymiskum kappingum í pool og dart.

Í løtuni er óvist nær Landskrona sleppur at lata upp. Tey eru spakuliga farin í gongd við at gera klárt og hava brúk fyri tíð til hetta.

- Íslendski arbeiðsfelagin sleppur ikki til Føroyar í hesum tíðum at hjálpa til. Eg hevði ætlað, at vit skuldu lata upp í mei, men sum nú er sær út til at tað í fyrsta lagi verður í juni, alt eftir hvussu alt fer at laga seg. Í løtuni vita vit ikki nær verandi støð sleppa at lata uppaftur, men vit vóna í juni, sigur Sunniva.

Tey bæði hava nokk at gera í løtuni, tí afturat hesum, hava tey eisini yvirtikið hølini har Útilív helt til. Har hava tey opnað Zoo, har tey selja útgerð til skateboard og líknandi. Í løtuni er handilin í menning og selir bert skateútgerð, men í summar verður møguligt eisini at keypa klintriútgerð og BMX-súkklur.

- Vít sóu ein vaksandi eftirspurning eftir hesi útgerð, serliga eftir at skatingparkin í Bacalao lat upp, og hava eisini merkt, at fólk hava áhugað fyri hesum í løtuni, fortelur Sunneva at enda.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður