Nýggir kommunulæknar í Skálafjørðinum og í Havn

Nýggir kommunulæknar í Skálafjørðinum og í Havn

2017-10-19 13:56 Author image
Innsent

Nú fara tveir nýggir kommunulæknar afturat at verða settir í starv. Annar kommunulæknin verður settur í starv á Skálafjørðinum, meðan hin verður settur í starv í Suðurstreymi.

Løgtingið samtykti í dag at hækka játtanina til kommunulæknaøkið, so tað nú ber til at økja talið á kommunulæknastørvum við tveimum nýggjum størvum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur í viðmerking, at hon fer beinanvegin at heita á Heilsutrygd um at lýsa størvini leys, so tey kunnu verða sett skjótast gjørligt.

Landsstýriskvinnan og borgarstjórarnir í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunum eru samd um, at ein av teimum nú tilsamans fýra kommunulæknunum í Skálafjarðar læknadømi fer at halda til í viðtaluhølunum á Strondum.

Økta talið á kommunulæknum fer eftir ætlan at hava við sær, at heilsutænastan til borgararnar í hesum økjum verða betri enn tey eru í dag. Sirið Stenberg fegnast um, at talið á kommunulæknum við hesum verður økt, samstundis sum tað er eydnast at fáa kommunulæknar í føst størv seinastu tíðina.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður