Nýggi Star Wars-filmurin fær góða undirtøku

Nýggi Star Wars-filmurin fær góða undirtøku

2018-01-01 14:25 Author image
Emil Jacobsen

Tað eru minni enn tríggjar vikur síðani nýggjasti filmurin í Star Wars-røðini – “Star Wars: The Last Jedi” – varð sýndur fyrstu ferð, men longu nú er filmurin komin upp um eina milliard dollarar í biografinntøkum.

Bara seinasta vikuskiftið í 2017, frá fríggjadegi til og við sunnudag, fingu biografarnir 52,4 mió. dollarar inn í atgongumerkjasølu í USA og 68 mió. dollarar í restini av heiminum. Tað eru tilsamans 120,4 mió. dollarar ella nærum 750 mió. krónur.

Harvið bleiv “The Last Jedi” størsti filmur í 2017, tá tað ræður um biografinntøkur. Hann yvirhálaði “Beauty and the Beast”, “The Fate of the Furious” og “Despicable Me 3”.

Í løtu er “The Last Jedi” á 24. plássi á listanum yvir filmarnar við mestu biografinntøkunum. Men roknast kann við, at hann fer at klintra longri upp eftir listanum, tí 5. januar verður hann frumsýndur í Kina.

 

Kelda: Reuters

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður