Uttanlands

Nú verður ikki líka lætt at tjena pengar gjøgnum YouTube

Nú verður ikki líka lætt at tjena pengar gjøgnum YouTube
2018-01-20 14:20 Author image
Alda Nielsdóttir

Fyrr skuldu fólk bert hava sæð tíni sjónbond í minsta lagi 10.000 ferðir, og so kundi tú tjena pengar gjøgnum tína YouTube-rás, men framyvir verður tað ikki líka lætt.

Í desember í fjør legði videobloggarin Logan Paul (mynd) eitt sjónband út á YouTube, har hann og vinir hannsara gingu runt í Aokigahara-skóginum í Japan, eitt stað, ið er kent fyri at nógv koma har fyri at gera sjálvmorð. Ímeðan teir tóku upp film, komu teir framá ein deyðan mann, og teir gjørdu so av at taka film av teimum sjálvum og deyða manninum. Sjónbandið elvdi til nógvan kritikk á netinum, og sjálvt um Logan Paul tók sjónbandið niður aftaná fáar tímar, høvdu fleiri milliónir longu sæð tað.

Málið um Logan Paul er bert tað seinasta av nógvum. Aftaná fleiri gølum hevur YouTube avgjørt at herða treytirnar fyri at kunna tjena pengar gjøgnum tey.

Fyrr varð bara kravt, at fólk skuldu hava sæð tíni sjónbond í minsta lagi 10.000 ferðir tilsamans, áðrenn tú kundi sleppa uppí tí sonevndu partnara-skipanina hjá YouTube. Gjøgnum hesa skipanina kann ein tjena pengar uppá at vísa lýsingar á sínum sjónbondum. Men eftir teimum nýggju treytinum krevst, at ein rás hevur í minsta lagi 1000 fylgjarar, og at sjónbondini á tí rásini hava verið víst í tilsamans 4000 tímar teir seinastu 12 mánaðirnar.

Altso snýr tað seg ikki longur um, hvussu nógv fólk hava hugt eftir sjónbondunum, men hvussu leingi fólk hava hugt eftir teimum tilsamans, og hvussu nógv hava valt at trýsta á "subscribe".

Sambært YouTube fer ein rás, sum akkurát lýkur nýggju treytirnar, at kunna tjena uml. 4 dollarar um mánaðan, sum svarar til uml.  24 krónur.

Nýggju treytirnar fara at gera tað lættari at finna fram til óhóskandi sjónbond og forða teimum í at tjena pengar, stendur á blogginum hjá YouTube, ið kann lesast her.

Afturat teimum nýggju treytunum, segði Susan Wojcicki, forstjóri hjá YouTube, í desember í fjør, at tey í ár fara at seta uml. 10.000 fólk at kanna alt innihaldið frá rásum, sum eru í Google Preferred skipanini, sum er ein skipan bert fyri tær mest umtóktu rásirnar á YouTube, skrivar Politiken.

Á tann hátt kunnu lýsarar tryggja sær, at lýsingar teirra bert verða at síggja á sjónbondum, sum eru kannað av "einum veruligum menniskja".

Sí eisini: YouTube slítur vinnusamstarv við Logan Paul

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður