Heimatíðindi

Nú verða býráðslimir í Vági hóttir við tvingsilsbótum

2018-11-01 14:55 Author image
Georg L. Petersen

- Í framhaldi av omanfyristandandi verður víst til §55, stk. 2 í kommunustýrislógini, ið ásetir, at tá kommunustýrið heldur seg óvirkið mótvegis lógarásettum skyldum, kann landsstýrismaðurin áleggja teimum kommunustýrislimum, sum bera ábyrgd av hesum, tvingsilsbøtur.

Millum annað hetta stendur í einum brævi til kommunustýrislimirnar í Vági, sum Fíggjarmálaráðið sendi teimum í gjár. Tað snýr seg um, at Vágs Kommuna ikki hevur tikið Páls Høll og Marghøllina við í kommunala roknskapin við tí grundgeving, at talan er um sjálvsognarstovnar, sum ikki hoyra heima í kommunala roknskapinum. Fíggjarmálaráðið er av aðrari fatan, tí tað metir kommunala partin av sjálvsognarstovninum so mikið stóra stóran, at bæði Marghøllin og Páls Høll skulu roknast upp í.

Fíggjarmálaráðið nágreinar eisini, hvør kann kann vænta sær tvingsilsbøturnar.

- Hetta vil í hesum føri siga, teimum kommunustýrislimum, ið møguliga eru við til at samtykkja eina komandi fíggjarætlan og/ella roknskap, har útgreinaður rakstur og ávirkan frá fíggjarstøðupostunum hjá Vágs Ítróttarráð ikki eru tikin við, skrivar ráðið.

Og síðan stendur, at býráðslimirnir ikki kunnu sleppa sær undan við at atkvøða blankt - teir skulu vera ímóti, fyri at sleppa undan bót.

Orsøkin til, at bara Marghøllin/Vágs Ítróttarráð verða nevnd, er at kommunan hevur á býráðsfundi gjørt av at yvirtaka Páls Høll - tí metir Fíggjarmálaráðið tað vera avgreitt, at Páls Høll er í kommunala roknskapinum, sum skal latast Fíggjarmálaráðnum 1. desember.

Verður skuldin í bæði Marghøllini og Páls Høll tikin við í kommunala roknskapin, er vandi fyri at hann fer væl upp um eina álíkning.

Býráðsfundur verður aftur 5. november. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður