Heimatíðindi

Nú sleppur tín innari skóti til arbeiðis

(Hesin hevði helst ikki havt nakað í móti einari konsert í Norðurlandahúsinum. Mynd: Shutterstock)

(Hesin hevði helst ikki havt nakað í móti einari konsert í Norðurlandahúsinum. Mynd: Shutterstock)

2019-05-13 14:00 Author image
Hergeir Staksberg

Dámar tær konsertir, ein góðan drekkamunn og at møta nýggjum fólki? So er bara at gerast Summarvinur

Nú søkir Norðurlandahúsið eftir Summarvinum, men hvat er ein Summarvinur? Í stuttum er uppgávan hjá einum Summarvini at bjóða fólki á ellisheimum góðar mentanarupplivingar í Norðurlandahúsinum.

[object Object](Hendan er við upp á ein Summarvin. Mynd: Shutterstock)

Kanska tín innari skóti so smátt er við at vakna. Tú ynskir at gera nakað gott, uttan at hugsa um egnan vinning, men hvat ger ein Summarvinur?

Mannagongdin hjá einum Summarvini er, at eldri fólk á ellisheimum verða koyrd til Norðurlandahúsið. Har fáa tey ein drekkamunn og eitt prát, áðrenn tit saman fara til eina konsert í Klingruni.

Um tilboðið ljóðar áhugavert og innari skótin er vaknaður, so gevur heitið sum Summarvinur á tínum CV:

  • Hugnaligan felagsskap
  • Ein drekkamunn
  • Eina konsertuppliving
  • Og møguleika at møta nýggjum fólkum

Ynskir tú at verða sjálvboðin Summarvinur og geva eldri fólki eina góða uppliving, so kanst tú melda teg til HER.

Tiltakið verður hvønn mánadag frá kl. 14.00 - 16.00 í tíðarskeiðnum 15. juni – 15. august 2019.

Freistin at melda seg til er 24 mai 2019

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður