Nú sær bjartari út: Eingin nýggjur tilburður

2020-04-05 08:48 Author image
Sveinur Tróndarson

Tað sær veruliga út til, at føroysku heilsumyndugleikarnir hava fatur á langa endanum, tá tað snýr seg um korona-smittuna.

Tað sæst á tølunum, sum Heilsumálaráðið sendir út frá landslæknanum, tá kanningartølini fyri dagin fyri eru klár. Og fyri dagin í gjár er talan um sera góð boð, tí fyri fyrstu ferð í góðar tríggjar vikur, kundi landslæknin boða frá, at eingin nýggjur tilburður av COVID-19 er skrásettur seinasta samdøgrið.

Tað vil siga, at samlaða talið av smittaðum í Føroyum framvegis er 181.

Talið av teimum, sum eru blivin frísk er nú 99. Seks fólk afturat eru hetta seinasta samdøgrið blivin frísk aftur, og tað vil siga, at talið av teimum, sum eru aktiv, nú er niðri á 82.

Samanlagt hava heilsumyndugleikarnir nú gjørt 4.890 kanningar, sum er eitt øgiliga høgt tal. Ikki bara í føroyskum høpi, men eisini í altjóða høpi. Um tað merkir, at 4.890 fólk eisini eru kannað, so merkir tað, at 9,4 prosent av fólkinum í Føroyum eru kannað.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður