Kjak

Nú ressast tey um Musikkskúlan

2016-08-20 21:47 Author image
Dimma

"Nú verður farið til verka at byggja nýggjan musikkskúla við Landavegin í Havn, soleiðis sum Býráðið hevur samtykt."

Soleiðis segði forkvinnan í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð 6. oktober í fjør, eftir at meirilutin hevði flutt Musikkskúlan úr Sortudíki út á Landavegin og oman á Skálatrøð, áðrenn hann aftur varð fluttur niðan á Landavegin.

Men har hendi onki, og tí er Musikkskúlin framvegis ongan veg komin, og 100-tals børn og ung við tónleikagávum og teirra lærarar hava ikki fingið betri umstøður.

Borgarstjórin kunnger nú í lesarabrævi, at smálutirnir í detailprojektinum í evsta tíma skulu granskast. Betri seint enn ongantíð. Fráboðan hansara er beinleiðis úrslit av, at Tjóðveldi hevur spurt, hví skúlin hvarv av dagsskránni hjá meirilutanum.

Vit hava frá fyrsta degi virkað fyri at fáa Musikkskúlan bygdan, og vit fylgja málinum gjølla.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður