Heimatíðindi

Kann føroyskur tónleikur vera á enskum?

2019-05-14 13:30 Author image
Hergeir Staksberg

Tað er døgurðasteðgur. Vit tendra útvarpið. Nú eru tíðindini á skránni. Eftir tíðindini sigur verturin: “Nú fara vit at spæla føroyskan tónleik”, men er talan um føroyskan tónleik, tá føroyingar syngja á enskum? Tað er spurningurin

Er tað nakað, sum limirnir í bólkinum "Føroysk rættstaving" elska, so er tað at rætta, rætta og aftur rætta. Hesaferð er tað orðingin "føroyskur tónleikur", sum skurrar í oyrunum hjá einum tungvektara í bólkinum. Fingrarnir byrja at magneta, og so herjar viðkomandi á knappaborðið. Nú skal rættast! 

[object Object](Hendan hevur helst eisini fingið ilt í oyrini av málburðinum hjá KVF. Mynd: Shutterstock)

Tá fingrarnir eru komnir úr oyrunum niður á knappaborðið, so er tíðin komin til at rætta. 1,2,3 og so dansa fingrarnir rættingardansin á knappaborðinum:

- Verður enskt føroyskt av at verða tosað ella sungið av føroyingum?

- KvF boðar frá, at eftir tíðindini á middegi verður føroyskur tónleikur spældur. Og so koma 5 sangir á enskum og ikki ein einasti á føroyskum.

- Sjálvandi kunnu sangarar syngja á tí máli, teimum lystir, eins og tey í KvF kunnu spæla tað, tey vilja. (Hóast eg vildi ynskt, at tey heldur spældu fleiri sangir á føroyskum enn á enskum).

- Men í mínari verð er tað ein háðan av føroyskum og ein týðandi liður í anglifiseringini av móðurmáli okkara at kalla enskar sangir fyri føroyskan tónleik, bara tí at tað eru føroyingar sum spæla og syngja, skrivar ein av tungvektarunum á Føroysk rættstaving.

[object Object]

(Hesin syrgir fyri, at Herr Sinklar ikki sleppur framat føroyska tónleikinum. Mynd: Shutterstock)

Sinklars visa má víkja fyri orminum langa
Um vit fylgja hesi tankagongdini, hava vit hvørki pláss fyri Kingo ella fleiri av kvæðunum, sum ikki eru á føroyskum. Og hvussu við FMA, skulu vit bara heiðra tónleiki við føroyskum teksti, tí annars er talan um útlendskan tónleik? Og hvussu við instrumentalum tónleiki? Hava teir komponistarnir ongan nationalitet, tí ongi orð verða brúkt?

Frá einum tungvektara innan mál, fara vit til ein tungvektari í føroyskum tónleiki. Tað er frontmaðurin í Hamferð - Jón Aldará - sum hevur hetta at siga um evnið:

- Við hesum logikkinum, so kunnu vit heldur ikki kalla t.d. fiskavørur, sum vit útflyta við merkjum á fremmandamáli, fyri føroyska vøru. So mugu vit kalla hana "vøra, sum er virkað í Føroyum". Ella hvat?

[object Object]

Hvat sigur Sprotin?
Tað var gamalt at hyggja í Sprotan, tá mann ivast í, hvat eitt orð merkir.

Sambært sprotanum merkir tónleikur: “Tónar í eini heild av rytmu, tónalag og samljóði, leikur av tónum frá ljóðførum, musikkur”.

Skulu vit trúgva sprotanum, so spælir málið ongan leiklut, tá vit tosa um tónleik.

Eitt er tónleikur, men hvussu er við bókmentum?

[object Object](Tungvektarar á føroysk rættstaving eru samdir í at vera ósamdir. Mynd: Shutterstock)

Føroyskar bókmentir, hvat er tað?
Ein annar málsligur tungvektari á Føroysk rættstaving spyr, hvussu hetta ávirkar føroyskar bókmentir:

- Jóannes Patursson skrivaði í 1888 greinina "Vort modersmål". Hon var um føroyskt og bert prentað í føroyskum blaði, men hann skrivaði hana altso á donskum. 

- Kemur tann greinin, saman við øllum tí hjá Williami Heinesen, so undir danskt og ikki føroyskt? Er tað útilokandi málsligi búnin, sum avger tað?

Til hetta svarar hin tungvektarin og stovnarin av evninum:

- Ja, tað tykist, sum orðið "føroyskt" hevur skift merking. Eg minnist einki til, at skaldsøgur og yrkingar hjá eitt nú William Heinesen vórðu nevndar "føroyskar bókmentir". Tær vórðu, minnist meg rætt, bólkaðar sum bókmentir úr Føroyum, skrivaðar av einum føroyingi á donskum. 

- Men so er tað um ikki annað komið upp á pláss: At orðið "føroyskt" hevur ymiska merking, alt eftir ættarliði.

Hvat heldur tú? Er mann farin ov langt við at rætta? Ella hevur mann fatur í onkrum? Vit vilja fegin hoyra tína meining um evnið. 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður