Heimatíðindi

Nú eru 177 smittað og 81 frísk

2020-04-02 07:49 Author image
Sveinur Tróndarson

Landslæknin hevur í morgun sent dagligu fráboðanina, sum sigur, hvussu nógvir føroyingar hava fingið staðfest, at tey eru smittað við COVID-19.

Í gjár var talið 173, men í gjár funnu myndugleikarnir fýra persónar afturat, sum hava korona-smittuna, og tí er talið nú komið upp á 177.

Eisini upplýsir Heilsumálaráðið, at 81 fólk, sum hava havt smittuna, hava fingið staðfest, at tey nú eru frísk. Tað er seks fleiri enn tað var í gjár, og tað merkir so eisini, at talið av aktivum er minkað við tveimum.

Heilsumálaráðið kunngerð eisini, at tølini byggja á 4.512 kanningarúrslit.

Um tað merkir, at hvør persónur bara er kannaður einaferð, so merkir tað, at næstan níggju prosent av føroyingum eru kannað fyri korona-smittuna. Neyva talið er 8,6 prosent.

Tað, sum allatíðina hevur verið málið hjá myndugleikunum er at halda trýstinum á sjúkrahúsverkið niðri. Tað má sigast at hava eydnast til fulnar, tí í løtuni er ein persónur innlagdur við korona-smittuni á Sjúkrahúsverki Føroya.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður