Heimatíðindi

Nú dropar – er ikki hent síðan 19. mai

Nú dropar – er ikki hent síðan 19. mai

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-06-13 12:55 Author image
Ingi Samuelsen

Í dag lova tey regn aftur eftir eitt langt tíðarskeið við góðum turrveðri. Fyri vøksturin er tað óiva gott at váa eitt sindur av lívgevandi vætu aftur.

Tað hevur nevniliga ikki regnað á okkara leiðum síðan 19. mai.

So at siga ikki ein dropi er komin niður allan henda mánaðin. Hygg bara eftir uppgerðini hjá DMI, sum leypandi fylgir við hitalagnum og avfallinum. Onki er komið upp á myrkabláa stabban fyri avfall í juni mánaði enn.

 

Um tú hyggur inn á veðurstøðirnar, sum eru settar upp kring landið, og sum verða skrásettar á heimasíðuni hjá Landsverki, so sært tú, at tá tað kemur til uppgerðina av regni í millimetrum, so hevur reyða strikan staðið á ’null’ í minst 24 samdøgur út í eitt.

Vit hava hugt at veðurstøðini á Sundi, og har kann lesast, at tað regnaði sera illa seinnapartin leygardagin 19. mai og út á sunnunáttina 20 mai.

 

Sambært myndini byrjaði tað at regna av álvara, tá klokkan var farin av tvey seinnapartin...

 

... og tað regnaði til klokkan nærkaðist seks um morgunin. Uppgerðin vísir, at tað regnaði góðar 60 millimetrar hetta samdøgrið áðrenn teljarin varð nullstillaður klokkan 7 um morgunin.

Síðan tá hevur strikan stórt sæð ligið skerfløt á null, sæð burtur frá onkrum stroyggið var náttina til 25. Fyrrapartin í gjár skrásetti regnmátarin á Sundi so aftur nakrar millimetrar, og so aftur í nátt og í morgun.

 

Sambært veðurstovunum kemur regnið av álvara seinnapartin í sambandi við at eitt lágtrýst hevur lagt sær leiðina norðureftir beint vestan fyri Føroyar og hevur eitt brúgvarlag við nógvum avfalli við sær.


Seinnapartin fer at regna av álvara (Mynd: Theyr)

 

Regnið heldur fram í allan morgin og til út móti middegi fríggjadagin.


(Mynd: Sverri Egholm)

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður