Heimatíðindi

Nú ber til at strika eini boð á Facebook

(Mynd: Visualhunt.com)

(Mynd: Visualhunt.com)

2019-02-07 11:50 Author image
Turið Justinussen

Tað hevur verið leingi ávegis, men nú er tað umsíðir blivið gjørligt at strika eini boð á Facebook, eftir at tú hevur sent tey

Hevur tú fingið ov nógvar snapsir niðurum og sendir hástór ástarorð til ein fyrrverandi sjeik ella damu, ella bert av misgáaum kemur at senda eini boð til skeivan persón og angrar hetta aftaná, er tað nú gjørligt at strika boðini, áðrenn viðkomandi, tú hevur sent boðini til, nær at síggja tey. 

Tó býr okkurt undir hesum nýggjheitum: Fellan er nevniliga, at boðini skulu slettast innan fáar minuttir, so tú skalt vera ógvuliga skjótur aftur á knappaborðinum ella snildfonini, og tískil ber ikki til at senda eini boð í fyllskapi og strika tey morgunin eftir. 

Skulu strikast innan tíggju minuttir
Ert tú í tí støðu, at tú angrar og ynskir at strika eini boð, tú hevur sent, skalt tú innan tíggju minuttir strika tey. Hetta skuldi verið nóg mikið av tíð, tí ofta veit man beinanvegin, um man angrar at hava sent eini boð. 

[object Object]
(Mynd: Facebook)

Soleiðis strikar tú eini boð
Hevur tú tørv á at strika eini boð, eftir at tey eru send á Messenger á Facebook, skalt tú fara inn á samrøðuna, har boðini eru send og síðani gera soleiðis: 

  1. Trýst á boðini, tú ynskir at strika innan tíggju minuttir eftir, at tey eru send. 
  2. Trýst á strika.

  3. Eini greiðboð spyrja, um tú vilt strika boðini bara fyri tær sjálvum ella fyri øllum, sum eru í samrøðuni.

  4. Vel seinna møguleikan, ynskir tú at strika boðini fyri øllum í samrøðuni.

  5. Nú eru tíni boð strikaði, og tann, ið skuldi hava tíni boð, tú nú hevur valt at strika, fær ístaðin eini boð, ið boða frá, at eini boð eru blivin strikaði úr samrøðuni. 

Hóast móttakarin nú ikki sær boðini, sær hann, at eini boð eru strikaði, og hevur kortini møguleika at melda tey til Facebook, sum síðani kann fara inn og síggja, tað tú hevur skrivað. Hetta er gjørt fyri at forða, at fólk senda hóttanir, sum tey síðani kunnu strika aftur.

Kelda: Dagens.dk

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður