Uttanlands

NSYNC fara kanska at spæla aftur

(Soleiðis sóu ungu sjeikarnir í NSYNC út, tá teir toppaðu. Mynd: Shutterstock)

(Soleiðis sóu ungu sjeikarnir í NSYNC út, tá teir toppaðu. Mynd: Shutterstock)

2019-06-11 11:30 Author image
Hergeir Staksberg

Spice Girls spæla í full speed fyri tíðina, og nú sær tað út til, at NSYNC ætla tað sama. Tað kom fram aftan á eina væleydnaða konsert á risa festivalinum Coachella

Boy bands og girl bands vóru tað heilt stóra í 90'unum, og í einari samrøðu við Variety, greiddi Lance Bass úr "NSYNC" frá, at tað eru rímiliga góð odds fyri, at NSYNC fara at spæla aftur.

[object Object](Justin Timberlake var eisini ein partur av NSYNC. Mynd: Shutterstock)

- Vit hava ikki tosað um okkara framtíðarætlanir enn, men nú fara vit at seta okkum niður og tosa um tingini. Tað verður nú í summar, at vit finna útav, hvat vit gera næst, segði Bass og legði afturat, at konsertin á Coachella var eingangs.

- Konsertin á Coachella opnaði nógvar hurðar, og tað hevði verið beinleiðis tápuligt, um vit ikki tosaðu um tingini og funnu útav, hvat vit ætla okkum í framtíðini, segði Lance Bass, sum sang ta djúpu bass røddina í NSYNC.

(Hoyr mega hittið "Bye Bye Bye" við at trýsta á play)

Coachella er eitt slag av kvalitets stempul, tá tað snýr seg um tónleik. Tú skalt hava gjørt nakað heilt serligt, um tú skalt verða ein partur av Coachella. Um mann er fjeppari ella ikki, so vóru NSYNC ein av best umtóktu bólkunum í 90’unum. Ja, og so var heimsstjørnan, Justin Timberlake, eisini ein av limunum í NSYNC.

Hóast tað var í 90'unum, at NSYNC toppaðu, so eru teir alt annað enn gloymdir. Tað prógvaði framførslan á Coachella, men tær stóru stjørnurnar í dag hava eisini tikið NSYNC til sín. Her tosa vit um Ariana Grande, sum brúkar NSYNC í sínum tónleiki. Hon hevur nevniliga samplað NSYNC í hennara mega hitti “Break Up With Your Girlfriend, I’m Bored”.

Og í apríl bjóðaði Arina Grande NSYNC limunum á pallin at syngja við sær. Allir limirnir uttan Justin Timberlake vóru við á pallinum, men Timberlake var skjótur at rósa hinum í bólkinum á Instagram.

(Framførslan hjá Ariana Grande saman við NSYNC)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður