Heimatíðindi

Northwest Pelagic hevur keypt Jupiter

Jupiter skiftir eigara, men varðveitir navnið Mynd: Pf. Varðin

Jupiter skiftir eigara, men varðveitir navnið Mynd: Pf. Varðin

2020-05-13 16:09 Author image
Sveinur Tróndarson

Tá vikuskiftið er farið afturum, ella kanska áðrenn, hevur Jupiter fingið nýggjan eigara. Í gjárkvøldið skrivaðu pf. Northwest Pelagic og pf. Varðin undir sáttmála, sum hevur við sær, at felagið í Kollafirði yvirtekur Jupiter frá felagnum í Gøtu.

Jógvan Martin Ferjá Joensen er reiðari hjá pf. Northwest Pelagic, og hann fegnast um keypið.

- Eftir at vit í fjør vunnu rættarmálið móti Fiskimálaráðnum skuldu vit hava eitt skip til at fiska ta kvotuna, og Jupiter er væl egnað til tað endamálið, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen.

Frammanundan eigur felagið longu Norðhavið, sum er gamla Atlantsfarið, men tað skipið fer framhaldandi at fiska í afrikonskum sjógvi, tí skipið er selt har niðri.

- Vit fingu eitt rættiliga gott boð uppá skipið sum vit valdu at taka av. Nýggi eigarin yvirtekur tað skipið og so fáa vit Jupiter ístaðin, sigur reiðarin.

Jupiter hevur staðið á sølulista fyri umleið 40 milliónir krónur nokkso leingi, men heilt so nógv hevur keyparin ikki goldið fyri skipið. Men tað er har á leið.

Skipið skiftir ikki navn, nú tað skiftir eigara. Tað fer framhaldandi at sigla undir navninum Jupiter, men heimstaðurin verður broyttur til Kollafjørð.

Jupiter er bygdur í 1994 á Langsten skipasmiðjuni í Noregi. Hann er góðar 74 metrar langur og slakar 14 metrar breiður, og varð skrásettur í Føroyum í 2007.

Í samband við skiftið hava reiðaríini gjørt av, at manningin, sum í løtuni er umborð, og sum annars hoyrir til reiðaríið í Gøtu, heldur fram hjá nýggja eigaranum tann fyrsta mánaðin.

- Tað hava vit gjørt fyri at vit kunnu koma í gongd alt fyri eitt. Skulu vit skifta manning, so skal hon venja seg við skip og útgerð, og tað kann geva nakrar skiftistrupulleikar, sum vit nú sleppa undan. Tá tað tíðarskeiðið er farið, fer manningin yvir aftur til Varðan, greiður Jógvan Martin Ferjá Joensen frá.

Hví gera tit tað?

- Orsøkin til tað er einføld. Vertíðin er um at vera liðug, tað eru bara nakrar vikur eftir, og tí vilja vit sleppa í gongd sum skjótast. Og uttan trupulleikar, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður