Uttanlands

Norðurkorea royndarskjýtur ongar rakettir

Norðurkorea royndarskjýtur ongar rakettir

Mynd: Visualhunt.com

2018-03-11 10:37 Author image
Jákup Højgaard

Í vikunu gjørdist tað øllum kunnugt, at amerikanski forsetin Donald Trump skal fundast við leiðaran í Noðurkorea, Kim Jong-un, seinast í mai mánaða.

- Hvør veit, hvat fer at henda? Møguliga verður tað ikki til nakað. Kanska fari eg tíðliga frá fundinum, ella kanska seta vit okkum niður og semjast um eina avtalu, ið er best fyri allan heimin, eisini Norðurkorea. Tað vóni eg í øllum førum.

Sigur Donald Trump um møguliga fundin við Kim Jong-un.

Trump segði eisini, at úr Noðurkorea hava tey lova ikki at royndaskjóta nakrar rakettir, og at Norðurkorea er so smátt byrja at hugsa um at avvápna atomprogram teirra.

- Trump er ógvuliga væl nøgdur við støðuna. Hann far tað at sýnist sum, at tað er hansara ætlan, ið er riggað.

Sigur Philip Christian Ulrich, ið er uttanríkisredaktørur á kongressen.com

Philip Christian Ulrich greiður frá, at Trump hevur ført ein harðan retorik móti Norðurkorea. At Norðurkorea hevur bjóðað honum at fundast, tekur Trump sum ein stóran sigur. Trump metur sjálvur at tað er hansara harða viðferð, ið er borðin á mál.

- Trump sigur tó minni um tað stóra diplomati frá Suðurkorea og Kina um at samráðast við Norðurkorea.

Sigur Philip Christian Ulrich.

kelda: tv2.dk

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður