Heimatíðindi

Norðoya Kunningarstova ynskir greiðari leiðreglur

2020-07-08 13:26 Author image
Katrin Johannessen

Á Norðoya Kunningarstovu merkja tey, at stórur áhugi er hjá fólki, bæði útlendskum ferðafólki og føroyingum, sum ferðast í egnum landi, at ganga í fjøllunum har norðuri. Serliga er áhugin stórur fyri Kallinum á Kalsoynni og Enniberg á Viðoynni. Nógv fólk ringja til tey og spyrja seg fyri, hvørs tað kostar, um tey skulu fara við góðkendum ferðalagi ella um tey kunnu fara sjálvi ókeypis.

- Vit royna sum oftast bara at biða tey venda sær til bóndan, sum varðar av tí ávísa haganum, tey ætla sær í. Har er eingin felags leistur. Tað ger tað sera ringt hjá okkum, tá fólk ringja og spyrja, tí vit kunnu ikki geva teimum greið boð, sigur Margret Heldarskarð, frá Norðoyar Kunningarstovu. 

Tey royna millum annað at minka um trupulleikan við at ráða fólki at fara við á bókaðar túrar. Sjálvi bjóða tey á Kunningarstovuni millum annað ein fastan túr hvønn leygardag við Jóhannus bónda út á Kallin umvegis ferdist.fo. Hetta riggar øgiliga væl við størri ferðaløgum, men trupulleikin er, at nógv fólk ferðast í smærri bólkum á tvey til fýra fólk. Á túrunum, sum kunnu bókast er ofta eitt lágmark, og um ikki nóg nógv fólk tekna seg til ein túr, so verður hann avlýstur. Fyri fólk, sum ikki eru so leingi í Føroyum ella í Norðoyggjum, so ber ikki altíð til at bóka ein annan dag. 

[object Object]

Eisini verða summir føroyingar ørkymlaðir, tá tað kemur til ráðini um at bóka sær ein gongutúr.

- Føroyingar siga onkuntíð “Altso skulu vit gjalda? Vit eru jú føroyingar.” Eg skilji tey væl, tí hjá mær persónliga er tað eisini løgið at hugsa sær at gjalda fyri at fara at ganga uppá eitt fjall í okkara egnað landi.

- Summi fólk spyrja, um tey ikki bara kunnu fara kortini, og tá er ringt at vita hvat vit skulu siga, tí so skulu vit jú svara fyri bóndan og hvat hann heldur vera í lagið. Tað hevði verið nógv lættari hjá okkum, um har vóru greiðari reglur, so vit vistu, hvat vit kundu svarað hesum ferðafólkunum, tá tey ringja.

- Eg veit at arbeitt verður í løtuni við at finna ein felags leist. Um vit so ikki hava greiðar reglur at ganga út frá, so hevði tað eisini gjørt tað lættari hjá okkum, um vit so kundu fingið at vita, hvat vit so skulu siga. Um vit skulu geva teimum nummarið hjá bóndanum og biðja tey ringja til hann, um vit skulu siga, at tað slett ikki er møguligt, ella um tað ber til við einum ómaksgjaldi, sigur Margret Heldarskarð.

Sum nú er, er sera torført at sita í Kunningarstovuni og svara teimumum fólkunum sum ringja. Tað tey fáa svara í skrivandi løtu verður ein persónlig meting, og tað er ikki nøktandi.

- Fyri okkum er tað umráðandi at fáa at vita skjótt, hvat vit kunnu svara. Tí fólk ringja allatíð og tá er tað torført at sita her næstan sum dómari og svara, tá fólk spyrja, um tey ikki bara kunnu fara kortini, sigur Margret Heldarskarð.

Les meir á hiking.fo og Visit Norðoy.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður