Sálarligfrøðilig spenningssøga úr Nóllywood

2016-07-15 16:04 Author image
Simona Midjord

Hóast regn og vind høvdu fleiri leitað sær oman í Fjósið klokkan trý, har skráin í dag legði út vid filmi og sjónbandaløgum, framleidd á summarskúlanum, Nóllywood.

Á filmsskúlanum, sum Klippfisk stendur fyri, og sum vardi frá fyrsta til ellinta juli, vóru í ár ellivu ung í aldursbólkinum 14 til 19 ár, sum hava brúkt tíggju dagar í Hoydølum, har tey hava fordjúpað seg í filmslistini.

- Tey hava arbeitt hart og hava verið serstakliga røsk og produktiv, sigur Rógvi Rasmussen, ið hevur brynjað seg vid bláum regnjakka og góðum lagi.

Rógvi er ein av lærarunum á filmsskúlanum. Regn og vindur píska yvir Syðrugøtu og yvir Fjósið, men tó so koma sum frálíður fleir regnvát fólk inn um fjósadyrnar. Tey eru so at siga gjøgnumbloytt, men sessast á kirkjubenkrunum frá Eidis kirkju, id eru stilladir upp til høvið, og hyggja miðsavnandi at skerminum, har fyrsti filmurin, ein sálarligur spenningssfimur, ið er høvuðsverkætlanin á Nóllywood, verður vístur, eftir at stutti animatiónsfilmin, ið innleiðir tiltakið, er liðugur.

- Hesi fáu sekundini av filmi hava tikið tveir dagar at framleitt, greiðir Rógvi frá í upplegginum og letur okkum skilja, at tað at gera film ikki er nakað ein ger, bara soleidis.

- Fyrstu helvtina av Nóllywood er nógv frálæra, og vit gera nógvar styttri venjingar innan filmskapan. Síðstu fimm dagarnar á summarfilmsskúlanum framleiða tey ungu fólkini eina filmsverkætlan, har tey sjálvi skriva, leikstjórna og leggja til rættis, og tad er hetta úrslitið, id verdur sýnt í Fjósinum í dag, sigur Rógvi og leggur afturat, at umframt filmarnar verða brot fra "behind the scenes" eisini víst.

Uppleggið hjá Rógva tekur umleid 25 minuttir og filmssýningarnar taka eisini slakar 25 minuttir.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður