Heimatíðindi

Nógvar barnafamiljur fáa aftur í ár jólahjálp

Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata (Mynd:Fotostudio/Finnur Justinussen)

Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata (Mynd:Fotostudio/Finnur Justinussen)

2018-12-12 12:18 Author image
Leivur Hansen

Aftur í ár fáa hundraðtals persónar kring landið jólahjálp frá Barnabata.

Freistin at søkja um jólahjálp í ár var úti í farnu viku.

264 umsóknir inn í ár, og tað eru níggju fleiri samanborið við undanfarna ár.

Í fjør komu 255 umsóknir.

Meginparturin, 218, vóru frá barnafamiljum í fátækraváða.

Hesar umsóknirnar fevndu um 800 persónar tilsamans.

Av teimum vóru 455 børn - 367 í aldrinum 0 til 13 ár og 88 í aldrinum 14 til og við 17 ár.

Allar hesar umsóknirnar vórðu gingnar á møti.

- Vit fingu um hálvthundrað færri umsóknir í fjør enn árið fyri, segði Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, við Dimmalætting í farnu viku.

Hann vísir samstundis á, at eisini onnur, sum ikki lúka treytina um at vera í fátækraváða, men sum liva undir fíggjarliga trongum korum, kunnu søkja um og fáa jólahjálp.

Í fjør vóru hesar umsóknirnar útivið 40 í tali.


Triðja árið

Hetta er triðja árið, søkjast kann um jólahjálp frá Barnabata, síðani stovnurin yvirtók virksemið hjá jólahjálparátakinum, ”Í menniskjum góður tokki”.

Hesin sjálvbodni felagsskapurin veitti í árunum frá 2010 til 2015 fíggjarliga sperdum barnafamiljum 5,7 mió. kr. í jólahjálp tilsamans hesi árini.

Barnabati hevur undanfarnu tvey árini latið millum 600.000 og 700.000 krónur um árið í jólahjálp.

Peningurin verður fingin til vega umvegis heimasíðuna og við at selja egnan jólakalendara. Í ár er tó talan um ein adventskalendara.

Harumframt verður skipað fyri eini jólakonsert í Vesturkirkjuni, sum í ár var mikukvøldið, har fólk kunnu lata eina peningagávu til jólahjálpina.


Frymil at rokna út eftir

Djóni Eidesgaard sigur, at tey brúka ein frymil hjá Hagstovu Føroya at rokna út, hvørt umsøkjararnir eru í fátækraváða ella ikki.

Hann sigur, at frymilin er besta amboðið, sum tey hava at rokna út, um umsøkjarar eru í fátækraváða.

Sambært frymlinum eru tey, sum hava minni enn 60 prosent av miðinntøkuni at liva fyri, í fátækraváða. Frymilin er einans grundaður á inntøku og ikki á útreiðslur.

Ein familja við einum vaksnum og tveimum børnum millum 0 og 13 ár skal hava 17.787 krónur eftir um mánaðin eftir skatt fyri ikki at fella undir markið fyri at vera í fátækraváða.

Er talan um tvey vaksin og eitt barn, sum er 12 ár og eitt barn, sum er 15 ár, so skal henda familjan hava 25.568 krónur eftir um mánaðin fyri ikki at koma undir markið.


Aðrar orsøkir

-Vit hyggja tó ikki bara eftir fátækraváðanum, tá vit viðgera umsóknirnar um jólahjálp. Atlit verða eisini tikin at brádliga íkomnum hendingum og støðum, so sum andláti, arbeiðsloysi, sjúku og hjúnarskilnaði, greiðir aðalskrivarin í Barnabata frá.

Jólahjálpin verður latin sum gávukort.

Túsund krónur verða latnar fyri hvørja umsókn, sum verður játtað. Harafturat verða latnar 500 krónur fyri fyrsta barnið og síðani 300 krónur fyri hvørt barnið afturat.

Djóni Eidesgaard sigur, at tey hava valt at lata jólahjálpina sum gávukort frá matvøruhandlum og leikuhandli, tí á henda hátt fæst meira burturúr peninginum, sum er innsavnaður.


Geva børnunum eini góð jól

Endamálið við hjálpini er at geva børnunum eini góð jól.

Men umframt at lata jólahjálp, letur Barnabati eisini føðingardagshjálp og stuðul til frítíðarítriv.

Djóni Eidesgaard ger í hesum sambandi vart við, at í Føroyum eru nógv børn, sum hvørki hava ráð at halda føðingardag og tíansheldur at fara í føðingardag ella at rinda limagjald í eitt nú ítróttarfeløgum.

Til tess at hjálpa hesum børnum at taka lut í hesum tiltøkum, letur Barnabati einar 100.000 krónur í stuðuli um árið til hesi endamál.

[object Object]

Trý fólk starvast hjá Barnabata (Mynd:Fotostudio/Finnur Justinussen)

 

FAKTA

Barnabati er ein landsfelagsskapur, sum arbeiðir fyri at bøta og menna um kor, trivna og menning hjá børnum og ungum í Føroyum.

Djóni J. Eidesgaard er aðalskrivari í Barnabata. Aftrat honum eru tvey onnur starvsfólk á stovninum.

Virksemið hjá Barnabata snýr seg eisini um Tú & Eg-ráðgevingina, fyribyrgjandi verkætlanina Betri vinir og Mentorskipan til ung.

Barnabati heldur til í Niels Finsensgøtu 32 í Havn.

Sí annars www.barnabati.fo

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður