Heimatíðindi

Nógv grót fer at mangla

2018-11-04 12:06 Author image
Georg L. Petersen

Alt bendir á, at tað fara at mangla eini 200.000 kubikk av gróti til stóru havnaútbyggingina í Havn, og tað má kommunan rinda eyka fyri. Kommunan má eisini rinda eyka fyri lønar- og prísvøkstur, millum annað á oljuni

Tað er alt sum bendir á, at havnaútbyggingin í Havn verður nakað dýrari enn tær 490 milliónir krónurnar, sum avtalan við J&K ljóðaði upp á.

Arbeiðið er nakað seinkað og alt bendir eisini á, at eini 200.000 kubikk av gróti meira enn væntað skulu fyllast í havnaútbyggingina í høvuðsstaðnum. Umframt hetta hongur Tórshavnar Havn upp á allan prís- og lønarvøkstur.

– Tað kemur ann upp á hvussu man ger. Vit kundu valt, tá vit gjørdu avtaluna, at kravt ein fastan prís. Tað hevði borið til, men so kundi hin parturin kravt at lagt einar tjúgu ella tretivu milliónir krónur omaná fyri at tryggja seg. Tað valdu vit ikki at gera, og so heldur taka tann prís- og lønarvøkstur sum kemur, á okkum, sigur Jónsvein Lamhauge, stjóri í Tórshavnar Havn.

Og so koma møguligar eyka útreiðslur fyri grót.

Les meira HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður