Heimatíðindi

Nógv fleiri søkja inn á Setrið

2020-07-03 11:43 Author image
Sveinur Tróndarson

469 umsóknir. Tað var tað, sum Fróðskaparsetrið fekk at taka støðu til, nú freistin fyri at søkja upptøku fór 1. juli.

Av teimum vilja 399 lesa bachelor, 9 hjánám, 45 master og 16 ískoytisútbúgvingar.

Tað stendur at lesa í tíðindaskrivi, sum Fróðskaparsetur Føroya hevur sent út í fyrrapartin.

Fyrr í ár kundu tey, sum søktu um upptøku eftir kvotu tvey, søkja, og tá sást ein ábending um fleiri umsóknir. Og tann ábendingin varð staðfest, nú endaliga freistin fór, skrivar Setrið í tíðindaskrivinum.

Tað er serliga læraraútbúgvingin, sum hevur fingið fleiri umsóknir í ár, men eisini samfelagsligu útbúgvingarnar á Søgu- og samfelagsdeildini hava størri áhuga millum umsøkjararnar, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.

Eisini til masterútbúgvingarnar eru fleiri umsóknir í ár enn í fjør. Í fjør søktu 37 fólk um upptøku á master, í ár er tað talið 45. Og sambært Setrinum er tað serliga master í heilsuvísindum, sum dregur.

- KT-verkfrøði og bachelorútbúgvingar í lívfrøði verða bara bjóðaðar út annaðhvørt ár, og um samanborið verður við umsøkjaratølini frá 2018, so er vøksturin góð 29 prosent, tá talan er um lívfrøði, skrivar Setrið.

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður