Uttanlands

Nintendo fær stóran vøkstur av Pokémon

2016-07-12 11:14 Author image
Jákup Højgaard

Partabrøv í japansku fyritøkuni Nintendo, sum framleiður spøl, eru øktar við 7,5 milliardum dollarum - umleið 50 milliardir krónur á bert tveir dagar. Framgongdin kemur av nýggjastu spæli-appini Pokémon Go, sum kom út á marknaðin í síðstu viku. 

Spælið kom út á marknaðin mikudagin í síðstu viku og longu fríggjadagin, visti greiningarfyritøkan SimilarWeb at siga frá, at appin var løgd inn á meira enn fimm prosent av Androids telefonunum í USA og at spælt var í meira enn 45 minuttir um dagin. Hetta er er meira enn vælumtóktar appir, sum Instagram, Tinder og WhatsApp.

Pokémon Go appin blandar veruleika og hugflog saman, har spælarin nýtir myndatólið á telefonini at fanga pokémonnar við. Gjøgnum spæli síggjast ting úr pokémon-heiminum í vanligu umstøðunum hjá spælaranum. 

Sum nú er, er spæli bert komið út á marknaðin í USA, Australia og Nýsælandi, men væntast at koma á fleiri marknaðar í heiminum um stutta tíð, millum annað Japan, sum er stórsti spælimarknaður í heiminum. Enn er óvist nær spæli verður tókt í Norðanlondum. 

Sølan av pokémon lutum og spølum hjá BR-Leikum merkir enn einki til, at nýggja spæli er komi út. 

- Tað er allarhelst tí, at spælið enn ikki er komið út á evropeiska marknaðin, siga tey á BR og leggja afturat, at pokémon enn er vælumtókt í Føroyum. 

Kelda: REUTERS

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður