Heimatíðindi

Níggju perlur í Føroyum

(mynd: Tóta Búadóttir)

(mynd: Tóta Búadóttir)

2020-06-01 18:02 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Føroyar eiga eina ørgrynnu av smáum perlum. Vit hava savnað nakrar saman, sum allar kunnu vitjast antin sum eindagsferðamál ella sum ferðamál á leiðini, alt eftir hvar tú í landinum ert staddur, hvat tíðin røkkur til ella sum hugskot til summarfrítíðina.

Felags fyri tær allar er, at tær eru lætt atkomuligar og millum okkara bestu boð til ta perfektu instagram-myndina.

[object Object]

Lykkjuvøtnini
Vesturskyn, síl og fuglabjørg. Um tú koyrir gjøgnum Skopunarbygd, norður í Høvdarhaga, finnur tú eina sanna perlu. Túrurin er lættur og gingið verður eftir vegnum til Heimara Lykkjuvatn. Gongur tú framvið vatninum kemur tú til norðara Lykkjuvatn, har tú sært á Trøllhøvda, Koltur og Vágoynna. Síl er á vøtnunum og hetta er eitt ótrúliga vakurt stað at hyggja eftir vesturskyninum í góðveðri. Eitt sindur longur burturfrá er Høvdavatn, og til ber eisini at síggja niður í flottu fuglabjørgini, sum eru á Sandoynni.
(Mynd: Torgerð Joensen)

[object Object]

Fosshylur
Vit hava nógv góð boð uppá hugnaligar svimjihylar í Føroyum. Gamli hylurin í Sandavági bleiv í fjør fríðkaður við nýggjari terrassu og nýggjari byrging. Besta boðið uppá Costa del Sandavág.
(mynd: jn.fo)

[object Object]

Prestoddi
Í gamla partinum av Skálabygd finnur tú fríðøkið við Prestá. Ein vøkur lund framvið ánni, har tú bæði kanst ganga eftir snotuligu gøtuni, og seta teg niður og njóta løtuna við einum góðum kaffimunni. Eisini er møguligt at fara ein túr suður frá Prestodda og síggja toftirnar eftir gomlu búsetingarnar á Ytra Skála.
(Mynd: Sveinur Tróndarson)

[object Object]

Viðarlundin í Kunoy
Um tú fert til Kunoyar, er ein túrur í viðarlundina eitt absolut must! Eitt upplagt stað at njóta friðin, spæla krógva og blunda, og royna tína klintristyrki á stóra klettinum.
(Mynd: Anja Mazuhn/ Blog My Faroe Islands)

[object Object]

Salgjógv
Millum Bø og Gásadal liggur Salgjógv og goymir seg. Í vælfjaldu gjónni kanst tú lættliga gloyma og goyma teg burtur í eina dreymaverð.

Far tá tað fjarar og tak svimjiklæðir við – um tað er vátdrakt ella bikin, er upp til tín.
(Mynd: Elin Henriksen)

[object Object]

Svimjihylurin á Velbastað
Svimjihylurin á Velbastað er í Mígandalsá, nakað niðan frá vegnum, umleið ein hálvan kilometur norðan fyri seinasta húsið á Velbastað, tá tú ert á veg móti Syðradali. Svimjihylurin á Velbastað er eitt gott stað fyri børn at spæla og vassa og vaksin at hugna sær.

[object Object]

Haldórsvík
Ein góður túrur gongur niðan framvið ánna í Haldórsvík. Á vegnum finnur tú eina rúgvu av hugnaligum skotum, har tú kanst seta teg at njóta vøkru og stórslignu náttúruna, meðan áin tutlar.
(Mynd: Úlvhild Teitsdóttir)

[object Object]

Árnafjørður
Sandurin í Árnafirði hevur uppiborið nógv størri uppmerksemi, enn hann fær. Eitt upplagt stað hjá børnum at vassa, meðan foreldrini njóta friðin á sandinum.

[object Object]

Hol í Helli
Tú kanst ikki fara til Suðuroyar uttan at leita eftir hesari perluni. Hon er at finna í fjøruni í gamla partinum av Froðbiar bygd, og um farið verður tá tað fjarðar, ber til at sleppa inn í holuna. Minst til at hyggja eftir stabbagrótinum í Froðba á vegnum.
(Mynd: Kristina Eliasdóttir Mikkelsen)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður